Føroya kunngerðasavn A og B - 20.09.1951, Blaðsíða 16

Føroya kunngerðasavn A og B - 20.09.1951, Blaðsíða 16
66 Nr. 54. 14. september. KUNNGERÐ um saltfisk á goymslu. Sambart løgtingslóg nr. 12, 12. januar 1950, og løgtingslóg nr. 29, 17. marts 1951, fyrisetur h.ndsstýrió við hesari kunngerð fvlgjandi reglur: § 1. Allur fiskur, ið landaður verð- ur sum saltfiskur í føroyskari havn, skal við landingina verða mettur, flokkaður og vigaður av vrakara, sbr. løgtingslóg nr. 12. 12. januar 1950, § 1, 4. stykki, tá ið reiðari ella fiskimaður krevur tað. § 2. Samstundis sum tann í § 1 nevnda meting o. a. fer fram, skal fiskurin skiljast og stakkast á tann hátt, at fiskur, ið svarar til atvikavíst 10/30, 30/60 og yv- ir 60 stertar í pakkanum (50 kg), sum saltfiskur verður hvør sær og rud fyri seg, og kann pakkast, uttan at annar fiskur verður umrivin. § 3. Útgerðarmaðurin hevur skyl- du í rættari tíð at avrokna' fi- skimannin sambart sáttmála. Verður hetta ikki gjørt, kann avvarðanđi fiskimannafelag gera fyribils uppgerð og krevja Før- oya Fiskasølu, um hon hevur tikið ímóti søluúrslitinum, eftir avrokning seinast 4 vikur, aft- aná at henda uppgerð er komin Fiskasøluni í hendi, um ikki fi- skimaðurin frammanundan er avroknaður. § 4. Vrakarastovnurin hevur skyl du beinan vegin aftaná hvørja saltfiskalanding, sambart §§ 1 Og 2, at geva fiskivinnuskrivstovu landsstýrisins frágreiðing um landingina. Fiskivinnuskrivstovan gevui so avvarðanđi fiskimannafelag vvirlit yvir nøgd og vrakan av tí, ið landað er, hjá hvørjum tað liggur á goymslu, og hvør av vrakarastovninum hevur eftirlit við tí landaða fiskinum. § 5. Yvirvrakarin eins væl og vra- kieftirlitsmenninir hava skyldu at ansa eftir, at allar vektir og' øll lodd, sum nýtt verða til fi- skavigan, er justerað, eins og tað er teirra skylda at ansa eftir, at slíkar vektir og lodd til eina og hvørja tíð uppfylla tey krøv, sum sett eru í ríkislóg nr. 65, 28. februar 1950, um mál og vekt. § 6. Saltfiskalandingar uttan fyri Føroyar skulu avroknast gjøgn- um 1/f Føroya Fiskasølu. § 7. Henda kunngerð fær gildi beinanvegin. Føroya landsstýri, 14. septem- ber 1951. K. Djurhuus, løgmaður. ---------------- J. Djurhuus. Nr. 55. LØGTINGSLÓG um ábyrgdarpening í p/f Sjóvinnubankan. Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: § 1. Landsstýrið er heimilað lands- kassans vegna at taka upp 2 mill. kr. í láni at seta sum ábyrgdarpening í p/f Sjóvinnu- bankan. § 2. Henda lóg kemur í gilđi bein- an vegin. 20. september. LAGTINGSLOV om garantikapital i p/f Sjóvinnubankin. I overensstemmelse med ved- tagelse af Færøernes Lagting stadfæster og kundgør lagman- den følgenđe lagtingslov: § 1. Landsstyret bemyndiges til pá landskassens vegne at optage et lán pá 2 mill. kr. at indsætte i p/f Sjóvinnubankin som ansvar- lig indskudskapital. § 2. Denne lov træder straks i kraft. Tórshavn, 20. september 1951. K. Dju rhuus, løgm aður. Hákun Djurhuus.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.