Føroya kunngerðasavn A og B - 23.12.1952, Blaðsíða 2
54
Nr. 35. 13. juni.
KUNNGERÐ
um eyka sukur ransón
(syltingarsukur).
Sambart lóg nr. 288, 2. sep-
tember 1939, og við ávísan til
kunngerð nr. 33, 23. oktober
1940, verður við hesum fyriski-
pað fylgjandi:
§ 1.
Merkið »S« á persónskamtan-
arkortinum fyri apríl ársfjórð-
ing 1952 gevur í tíðarskeiðinum
juni-juli rætt til keyp av 4 kg
av sukri.
§ 2.
Tey handlandi hava skyldu til
at senda landshandlinum eyka-
merkini »S« í serstakum kon-
volutti vísandi talið á hesum
merkjum innan 10. august 1952.
Hetta verður hervið gjørt
kunnugt.
Føroya landsstýri, hin 13. juni
1952.
Hákun Djurhuus,
landsstýrismaður.
J. Ellendersen.
Nr. 36. 14. juni.
KUNNGERÐ
um skipa- og vørugjøld fyri
brúnna í Oyndarfirði.
Føroya landsstýri hevur góð-
kent skipa- og vørugjøld fyri
brúnna í Oyndarfirði at galda
frá 14. juni 1952 til 31. mars
Í953.
Greiniligari upplýsingar um
gjøldini fáast hjá kommunustýr-
inum.
Tórshavn, 14. juni 1952.
Hákun Djurhuus,
landsstýrismaður.
M. Helmsdal.
Nr. 37. 24. juni.
KUNNGERÐ
um fyriskipanir móti munn- og
kleyvsótt.
Eftir §§ 4 og 5 í lóg fyri Før-
oyar nr. 36 frá 28. februar 1908
verður fylgjandi fyrisett:
§ 1.
Hóast tær í kunngerð nr. 5,
19. februar 1952 og nr. 13, 14.
marts 1952 fyrisettu treytir verð-
ur innflyting av niðanfyri nevn-
du vørum frá Danmark leysgiv-
in:
Epli, egg (leggingaregg und-
antikin) og tálg, meðan tær í
kunngerðum nr. 5 frá 19. fe-
bruar 1952 og nr. 10 frá 4. marts
1952 fyrisettu treytir verða
rúmkaðar soleiðis fyri innflutt-
ning av feskum kjøti:
Annaðhvørt skal kjøtið hava
ligið í ísi í rninst 3 mánaðir
frammanundan avskiping ella at
feskt kjøt, loyst úr beini, hevur
ligið ófryst í minst 3 dagar frá
slátri, áðtenn tað verður av-
skipað úr Danmark.
Fyri innfluttningi av saltkjøti
elia saltaðum og royktum kjøti
og kjøtúrdráttum (ið ikki eru
bakaðir ella kókaðir) herundir
pylsum og fleski:
Annaðhvørt sum higartil, ella
at kjøtið hevur verið ófryst i
minst 3 dagar frá slátri, áðrenn
tað fer til saltingar og (ella)
roykingar.
Djóralæknaváttan skal í hes-
um førum fylgja við skipspapp-
írunum.
§ 2.
Henda kunngerð kemur í gildi
beinan vegin.
Hetta verður hervið gjørt
kunnugt.
Føroya landsstýri, 24. juni
1952.
R. Long,
landsstýrismaður.
J. Djurhuus.