Føroya kunngerðasavn A og B - 23.12.1952, Qupperneq 5

Føroya kunngerðasavn A og B - 23.12.1952, Qupperneq 5
57 Nr. 42. 16. juni 1952. KUNNGERÐ um avhending av skyldueintokum v. m. Eftir § 2 í løgtingslóg nr. 31 frá 2. mai 1952 um lanđsbóka- savn v. m. fyriskipar landsstýr- ið fylgjandi: § 1. Allar prentsmiðjur, sum eru ella koma í Føroyum skulu lata 4' eintøk av øllum, sum prentað verður: 1 eintak til Føroya landsbók- asavn, 1 eintak til Det kgl. Biblio- tek, København, 1 eintak til Universitetsbi- blioteket, København, 1 eintak til Statsbiblioteket i /iarhus. Avhendingin til Det kgl. Bi- biiotiek, Universitetsbiblioteket og Statsbiblioteket i Aarhus fer fram eftir lóg nr. 160 frá 1. juli 1927. (Smbr. kgl. fyriskip- an nr. 206 frá 15. juli 1927). § 2. Føroya landsbókasavni verð- ur latið umframt ta vanligu avhendingina eftir § 1 øll ser- og smáprent so sum lýsingar- bløð, álmanakkar, ferðaætl- anir, sangir, sálmar til gravar- ferðir, brúðarvígslur o. 1. song- skráir og alt tað, sum hevur sø- guligt, staðarligt ella persónligt virði, meðan onnur prent, sum ikki kunna sigast at hava tíiíkt virði so sum oyðubløð o 1. ikki verða tikin við. § 3. Føroya landsbókasavn hevur rætt til eftir avgerð landsstýr- isins umframt fyrrnevndu skyidueintøk at krevja upp í 4 eintøk av øllum prentlutum, sum kunnu sigast at vera hósk- andi til bókabýtis, so hvørt sum hesir vera útgivnir. Forlagið ella forleggjarin er í hesum føri skyldugt at lata eintøkini ókeypis og prent- smiðjan innistendur fyri at av- hendingin verður framd eftir reglunum. Eftir somu heimild skal for- lag ella forleggjari í Føroyum lata inn fríeintøk av teim prentlutum ókeypis, sum hann ella tað hevur latið prentað í Danmark ella í útlondum og sum, um teir vóru prentaðir í Føroyum, vildu komið undir regluna í § 2 og 3. § 4. Allar prentsmiðjur í Føroy- um skulu í januar mánað senda Føroya iandsbókasavni teir prentlutir, sum tær hava skyldu at lata, sum so gevur váttan fyri móttøkuna. Saman við avhendingini skal listi fylgja yvir allar prentlutirnar. Føroya landsbókasavn sendir síðani skyldueintøkini til tey undir § 1 nevndu bókasøvn. § 5. Henda kunngerð kemur i gildi beinanvegin. FØROYA LANDSSTÝRI, 16. juni 1952. R. Long landsstýrismaður. J. Djurhuus.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.