Føroya kunngerðasavn A og B - 28.03.1957, Blaðsíða 5

Føroya kunngerðasavn A og B - 28.03.1957, Blaðsíða 5
21 lønjavning, er avrokning eftir fiskaprísum, sum eru ikki undir teir prísir, ið ásettir eru av nevndini eftir § 3 í lógarkunn- gerð nr. 16 frá 25. juni 1954, ella avrokning fyri fisk, av- reiddur ella seldur uttan fyri Føroyar samb. sáttmála góð- kendur ella útflutningsloyvi góðkent av lønjavningargrunn- inum. 2. stk. Kostútreiðslur omanfyri kr. 5,00 um dagin fyri mannin, telja ikki við í útrokningini av lønjavningini. 3. stk. Við útrokning av løn- javning verður ein veiðiferð at rokna frá fráfaringardegi til afturkomudag, báðar dagar íroknaðar og harumframt tveir dagar eyka. § 3. 1. stk. Lønjavning verður latin bæði til menn í samveiðu og í sjálvdrátti. 2. stk. Lønjavning verður gold- in aftaná hvønn túr, so skjótt fullfíggjað avrokning er komin grunninum í hendi. § 4. 1. stk. Um maður verður sjúkur umborð aftaná mynstring. og sjúkan er váttað av lækna og skipara samb. oyðublað, eigur hann lønjavning, til hann er ar- beiðsførur, tó í mesta lagi fyri 3 mánaðir, um maðurin er sjúk- ur so leingi. 2. stk. Maður, ið hevur lovað seg burtur við fiskiskipi og fyri at sleppa at mynstra gevur seg inn undir lógfestu bróstsjúku- kanningina, og sum úrslit av hesi kanning ikki fær mynstr- ingarloyvi, eigur lønjavning úr grunninum eftir somu reglum sum í 1. stk. II. Viðbót til fiskaprísir § 5. Teimum, sum eftir § 1, 1. stk. er tryggjað minstuløn, verður veitt viðbót til fiskaprísin. § 6. Viðbótin eftir § 5 er henda: a) Fullsaltaður toskur nr. 1 lan- daður í Føroyum ella Grøn- landi av snøris-, línu- ella garnaveiðu: Toskur yvir 22” 55 oyru pr.kg Fullsaltaður fiskur nr. 1 lan- daður í Føroyum ella Grøn- landi av trolveiðu: Toskur yvir 22” 25 oyru pr.kg Fullsaltaður fiskur nr. 1 lan- daður í Føroyum ella Grøn- landi av snøris-, línu-, garna- og trolveiðu: Toskur 16—22” 20 oyru pr.kg Toskur 12—16” 5 oyru pr.kg Fyri allan fullsaltaðan tosk av útróðri í Grønlandi: 5 oyru pr.kg Fyri allan feskfisk av út- róðri í Grønlandi: 2,5 oyru pr.kg b) Prísískoyti verður bert gold- ' ið so langt til fiskipartur + prísviðbót (hjá yvirmonnum á trolarum, skipara, stýri- menn og meistarar, hýra + prísviðbót) er 1.350,- kr. um mánaðin tann túrin. í sjálv- dráttarveiðu tó einki hámark. c) Prísískoyti verður latið til hesar partar av bruttofong- inum: á snørisskipum 45 % á stórtrolarum 20 % á øðrum trolarum og garnaskipum 30 % á smærri trolførum og línuskipum 35 % og luttaka í býtinum av hesum allir av manningini uttan skiparar, maskinmeist- arar og kokkadreingir við líka parti til hvønn; har mynstrað er fyri minni enn heilan part fær viðkomandi í mun til partin. f sjálvdrátt- arveiðu verður býtt eftir fi- skatali. í sjálvdráttarveiðu fær lastamaðurin bert viðbót av lastamanslønini (fiskatal- inum) og kokkurin bert av IV4 miðalparti (ikki av sjálv- veiddum fiski) alt innanfyri tey 45 % av brutto. Skiparar, maskinmeistarar og kokka- dreingir fáa prísviðbót eftir somu treytum, t.v.s. hægst 1 part hvør, men uttanfyri frammanfyri ásettu prosentir. Við stórtrolarar verður meint trolarar yvir 500 BRT. § 7. Innan 4 vikur eftir landing sendir reiðarin grunninum av- rokning (eftir saltfiskaprísi) við hesum frágreiðingum: vektseð- il, (í sjálvdrátti við stykkjatali pr. mann), lista yvir menninar við nettoavrokning pr. mann, fyri bestamenn og motorpassarar nettopart pr. mann, og so skjótt grunnurin hevur fingið váttan fiskivinnustovunar, at vektseð- ilin er samsvarandi vrakaravátt- anini, kann grunnurin avgreiða prísískoyti til teirra, ið eru lóg- liga mynstraðir. m. Úttøka § 8. Grunnurin hevur heimild at taka aftur úttøku, ið ikki kann rindast av avrokning fiskiman-

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.