Føroya kunngerðasavn A og B - 05.12.1957, Blaðsíða 3

Føroya kunngerðasavn A og B - 05.12.1957, Blaðsíða 3
71 Nr. 51. 18. juli. REGLUGERÐ um starv útvarpsnevndinnar. Sambrt. løgtingslóg nr. 23, 28. marts 1956, um útvarp, § 11, (um skipan av eftirliti við útvarpin- um) og løgtingslóg nr. 11, 14. februar 1957, um útvarpsnevnd verður fyriskipað: § 1. Sett er útvarpsnevnd við 5 limum. valdir av løgtinginum á hvørjum fyrsta tingi aftaná løg— tingsval. Landsstýrið uppnevnir formannin limanna millum. § 2. Útvarpsnevndin tekur avgerð um, hvussu dagsskrá útvarpsins skal skipast í høvuðsevnum, og góðkennir hana, innan hon verð- ur kunngjørd. Nevndin fyrisetur reglur, ið hon helđur verða neyðugar, við tí endamáli, at tað, sum útvarpað verður, hevur fjøl- broytt mentunarligt og upplýs- andi innihald, og at hugsunar- frælsi, rættsinni og javnaður móti øllum flokkum og stevnum í almennum málum, vinnustovn- um feløgum og einstøkum mon- num skulu ráða í útvarpinum. Útvarpsnevndin eigur allan avgerðarrætt at skipa fyri til- fari, málnýtslu og framburðar- hátti. Landsstýrið hevur avgerð- arrættin fyri øllum fíggjarligum útvarpinum viðvíkjandi. § 3. Útvarpsnevndin tekur ikki seinni enn 1. september avgerð um høvuðsevni fyri dagsskrá fy- ri oktober-marts og ikki seinni enn 1. marts viðvíkjandi dags- skrá fyri apríl-september, tó verður at standa nevndini frítt at gera broytingar ella uppí- skoyti til hálvársskránna. Dagsskrá skal til hvørja tíð verða samtykt í høvuðstáttum fyri minst 4 vikur. Dagsskrá fyri hvørja viku verður útgivin ikki seinni enn fríggjadag í viRuni undan og lýst í útvarpinum fríg- gjadag undan. § 4. Um maður, ið flyta skal fram útvarpsevni fær forfall, ella aðrar ófvrisæddar umstøður gera broytingar neyðugar av dagsskrá. fyriskipar fyristøðu- maður útvarpsins, so vítt gjør- ligt í samráð við formannin fyri útvarpsnevndini, fyri dagsskrá á besta hátt samsvarandi teimum høvuðslinjum, nevndin hevur samtykt. § 5. Limir nevndinnar hava tøgn- skyldu sum tænastumenn lands- ins; tá avgerð er tikin í einum máli, kann tað tó frítt verða ummælt. At enda á fundi í nevndini verður samtykt, hvørjar upplýs- ingar verða at senda bløðunum. § 6. Landsstýrið heitir á nevndina og fær ummæli viðvíkjandi set- an av útvarpsstjóra og starvs- fólki, sum hevur fyrireiking av útvarpstilfari um hendur ella luttekur í sjálvum útvarpingun- um, viðvíkjandi fíggjarætlan út- varpsins, støddina av útvarps- gjøldum, samsýning fyri flutn- ing av útvarpsevnum og semjur við rithóvundar og tónleikarar. § 7. Nevndin fyrisetur senditíðir- nar á degnum innanfyri ta dag- ligu tíðarlongd, sum landsstýrið fyrisetur. Landsstýrið fyrisetur samsýn- ing til nevndarlimirnar. § 8. Útvarpsnevndin kemur saman á fund regluliga eina ferð um mánaðin og annars so ofta, tørv- ur er á. Formaðurin boðar til fundar. Hann hevur skyldu at boða til eykafunđir, tá fyristøðu- maður útvarpsins ella tveir menn í útvarpsnevndini krevja tað. Fundur er samtyktarførur, um meiriluti av limunum er á fundi. Standa atkvøðurnar á jøvnum, er atkvøða formansins avgerandi. Útvarpsfyristøðumaðurin hev- ur sæti í fundum útvarpsnevnd- inar og hevur har rætt at fáa orðið og seta fram uppskot men hevur ikki atkvøðurætt. Hann skal seta fram uppskot til dags- skrá, harundir uppskot til fyri- lestrar og samtalur og musikk- og sangútvarp. Hetta verður gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, 18. juli 1957. Edw. Mitens, landsstýrismaður. J. Djurhuus.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.