Føroya kunngerðasavn A og B - 05.12.1957, Blaðsíða 4

Føroya kunngerðasavn A og B - 05.12.1957, Blaðsíða 4
72 Nr. 52. 5. december. REGLUGERÐ fyri Grunnin til varðveitingar av fornminnum i Kirkjubø. § 1. Grunsins grundfæ eru tær ognir, sum »Fonden til bevaring af Kirkebøruinen pá Færøerne« eigur, og haraftrat 25.000 kr., sum pf. Føroya Banki í Tórs- havn gav til nevnda endamál í 1956 á 50 ára degi bankans. § 2. Grunsins ónertiliga grundfæ: Nevnda gáva frá pf. Føroya Banka ....... 25.000 kr. Innskrivingarprógv, yvirtikið frá »J*or>den til Kirkebøruinens be- bevaring« .!......... 2.800 „ Flutt frá sparikassa- bók nr. 70.039 ....... 12.200 „ íalt: 40.000 kr. Grundfæið skal setast inn eft- ir reglum um fyrisitingina av ómyndinga peningaognum ella í føroyskar sparikassar. Aftrat grundfæinum kunnu konia til- skot, sum veitt kunnu veia, og so mikið av innvunnum renium, sum landsstýrið fyrisetur. § 3. Tann tøki grunnurin fær tað, sum eftir er av tí, sum stendur inni á sparikassabók, og rentuna av grundfænum og haraftrat til- skot og gávur, sum veitt kunnu vera, til nýtslu. § 4. Endamál grunsins er varð- veiting av dómkirkjumúrinum í Kirkjubø. Haraftrat kann tilskot veitast til varðveitslu av øðrum fomminnum í Kirkjubø. § 5. Føroya landsstýri er stýri grunsins. Eftirlitið við forn- minnunum verður lagt til Føroya fomminnissavn í samráð við fomminnisnevndina og bóndan á Kirkjubø garði. § 6. Føroya gjaldstova heldur rokn- skapin; hann verður endurskoð- aður av grannskoðara løgtings- ins og decideraður av landsstýr- inum. Hetta verður gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, 5. december 1957. Edw. Mitens, landsstýrismaður. J. Djurhuus. (

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.