Føroya kunngerðasavn A og B - 07.10.1963, Side 48

Føroya kunngerðasavn A og B - 07.10.1963, Side 48
228 Uppgerð írá mjólkasølu hvønn mánað við váttan framleiðarans, tilskilað litratal, avroknaðan inn- keypsprís (studningur íroknaður) og søluprisin til brúkara. Søluprísurin bæði frá mei- arí og mjólkasølu til brúk- ara má hægst liggja 20 oyrur fyri liturin oman fyri tann avrokningarprís- in, sølubúðin letur fram- leiðaranum uttan studn- ing. 2. Studningur til ostamjólk: a) Uppgerð yvir avlopsmjólk skal vera á somu uppgerð, sum meiarí senda inn um vanligan studning, sam- bart punkt l.a). b) Meiarí skal kunna prógva, at avroknað avlopsmjólk er farin til ost ella aðra framleiðslu, t. d. við vátt- aðari framleiðslunøgd. 3. Flutningsstudningur verður bert veittur til veruligar út- reiðslur, tá ið keypari, mei- arí ella mjólkasøla váttar, at mjólkin er flutt úr aðrari bygd. Hesin studningur verð- ur tá goldin soleiðis: a) til mjólkasølu ella flutn- ingsmann, tá váttan ella kvittan fyriliggur, at flutn- ingur er goldin, b) til framleiðara í smábygd- um, tá keyparin í aðrari bygd váttar litratal og keyps- ella søluprís. Flutningsstudningur má standa í mun til flutnings- strekkið og kann vera avmark- aður við 1 oyra fyri liturin pr. km, tó ikki undir 5 og ikki upp um 10 oyrur fyri liturin. Hetta verður gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, 27. sep- tember 1963. Karsten Hoydal, landsstýrismaður. J. Djurhuus. Nr. 73. 1. oktober. KUNNGERÐ um fyriskipanir til fyribyrg- ingar av munn- og kleyvsóttini Eftir heimild í §§ 4 og 5 í lóg nr. 36 frá 28. februar 1908 um fyribyrgingar av smittandi sjúku hjá húsdýrum hevur landsstýrið fyrisett: § 1. Allur innflutningur av kjøti og kjøtúrdráttum, landbúnað- vørum, haruppií grønmeti, hoyggj og handilsfóður yvir- høvur úr Tønder, Ribe, Ha- derslev og Aabenraa-Sønder- borg amtum er forboðin fyri fyrst. § 2. Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin. Hetta verður gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, 1. okto- ber 1963. Karsten Hoydal, landsstýrismaður. J. Djurhuus.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.