Føroya kunngerðasavn A og B - 06.07.1970, Blaðsíða 2

Føroya kunngerðasavn A og B - 06.07.1970, Blaðsíða 2
66 Nr. 13. 28. apríl. KUNNGERÐ um útvarpsgjald Við heimild í § 3 í løgtings- lóg nr. 23 frá 28. mars 1956 um útvarp verður útvarpsgjaldið fyri 1970 fyrisett: I. Hann, ið nýtir radiomót- takara, skal gjalda árligt gjald 50 krónur. Menn, ið selja ella umvæla radiotól og nýta radiomóttakara í virki teirra, svara gjald av einum móttakara í virki sín- um. Somuleiðis verða goldnar 50 krónur árliga fyri: a) Móttakarar, ið eru upp- settir í húsunum hjá loy- vishavaranum, og sum verða nýttir av arbeiðs- gentum, lærlingum, gist- andi og øðrum (millum annað børnum, ið fylt hava 18 ár, og sum sjálvi eiga radiomóttakara), b) móttakarar í bilum og umborð á skipum, c) móttakarar, uppsettir í skúlum, sjúkrahúsum, al- dursheimum og tílíkum, d) móttakarar, uppsettir í krambúðum, skrivstov- um, verkstøðum og tílík- um. Fyri móttakarar, uppsettir í tíðarskeiðinum 1. juli til 31. de- cember, verður at gjalda 25 krónur. II. Fyri lurtaratól, uppsett un- đan 1. apríl, skal gjaldið verða goldið til skrivstovu útvarpsins í Tórshavn innan 1. mai 1970. Um goldið verður aftaná 1. mai verður at rinda eykagjald 2 krónur. Tey, sum ikki gjalda rættstundis, koma samsvar- andi lógina um útvarp und- ir sekt, eins og gjaldið verð- ur pantað. Hetta verður gjørt kunn- ugt. Føroya landsstýri, 28. apríl 1970. S. Petersen (sign.) landsstýrismaður. J. Djurhuus (sign.) Nr. 14. 4. mai. KUNNGERÐ Eftir heimild í § 54, stk. 2 í løgtingslóg nr. 55 frá 16. august 1962 um tinglýsing og § 43, stk. 2 í løgtingslóg nr. 64 frá 11. december 1962 um matrikuler- ing og sundurbýti v. m. hevur landsstýrið fyrisett, nú freistin er úti at skjóta eigindómsdómin inn til hægri rætt, at hesar báð- ar lógirnar fáa gildi fyri bygd- irnar Glyvrar og Søldarfjørð. Hetta verður gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, tann 4. mai 1970. J. Lindenskov, varaløgmaður. J. Djurhuus.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.