Føroya kunngerðasavn A og B - 06.07.1970, Blaðsíða 3

Føroya kunngerðasavn A og B - 06.07.1970, Blaðsíða 3
67 Nr. 15. 4. mai. KUNNGERÐ um innflutning av dýrum Eftir §§ 1-4 og § 15-16 í lóg nr. 36 frá 28. februar 1908 um fyribyrging av smittandi sjúk- um hjá húsdýrum hevur lands- stýrið fyrisett: § 1. Allur innflutningur til Før- oya av livandi súgđýrum og fuglum er forboðin. § 2. Tá ið skip ella flogfar kemur til Føroya úr útlandi, og liv- andi kleyvføtt dýr (neyt, seyð- ur, geit, svín v. m.) er umborð, má eingin, sum er við farinum, fara í land ella nøkur lossing fara fram, fyrrenn tollreglan hevur samráðst við landsđjóra- læknan. Slík dýr mugu ikki setast fyribils í land, meðan farið er her. § 3. Hundur, kattur og onnur dýr, sum eru við skipi ella flogfari, sum kemur úr útlandi, mugu vera bundin ella álítandi inni- byrgd umborð, meðan farið er her í landinum. Tollreglan skal siga løgregluni frá, um slíkt dýr er sloppið til rýmingar. § 4. Brot móti hesi kunngerð verða revsað eftir lógini. § 5. Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin. Føroya landsstýri, tann 4. mai 1970. J. Lindenskov, varaløgmaður. J. Djurhuus.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.