Føroya kunngerðasavn A og B - 06.07.1970, Blaðsíða 4

Føroya kunngerðasavn A og B - 06.07.1970, Blaðsíða 4
68 Nr. 16. 6. mai. KUNNGERÐ um broyting í grindareglugerðini Eftir heimilđ í § 1 í grinda- lógini frá 29. december 1857 hevur landsstýrið fyrisett: § 1. § 11, stk. 1 í grindareglugerð- ini nr. 21 frá 17. mai 1955 við seinni broytingum verður orðað soleiðis: »Um so er, at fleiri miseydn- aðar royndir eru gjørdar at halda grindini til inni á tí hval- vág, hon er rikin, er tó ikki loyvt at nýta skutil, fyrrenn sýslumaðurin saman við grinda- formonnunum, sum hoyra hval- vánni til, hevur váttað, at tað eftir øllum at meta fer ikki at eydnast at halda henni til har ella aðrastaðnis. Hann sum ov skjótt tekur til skutil, kemur undir sekt, og skal hann afturat av við fong sín til frama fyri landskassan.« í § 17 verður skoytt uppí: »Smbr. tó § 18.« í § 18, c) verður skoytt uppí: »Sýslumanninum er tó heim- ilt at gera avtalu við viðkom- andi kommunustýri, at kom- munan gongur undir at rinda skaðan og ruddingina av hval- vánni, móti at tann tilætlaði og útlagdi skaðahvalurin verður skiftur aftrat partahvalinum í teim kommunum, sum hava tí- líka avtalu.« í § 18, f) verður »1 %« broytt til 2 %« og »y2 %« til »1 %.« í § 24, stk. 2 verða orðini »sum fyrsta samđøgrið* broytt til »sum fyrstu 6 tímarnar.« í § 25, stk. 2 ganga út orðini »uttan so .... fyrisetta tíð.« Hetta verður gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, 6. mai 1970. K. Djurhuus, løgmaður. J. P. Ellendersen.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.