Føroya kunngerðasavn A og B - 29.08.1970, Blaðsíða 1

Føroya kunngerðasavn A og B - 29.08.1970, Blaðsíða 1
FØROYA KUNNGERÐARSAVN 1970. Nr. 52-56. X\\\V\VVVVVVVV\\\\VVV\\VC>X\\\\\VVVVVVV\V\\\\VVX\\\\\\\\\\\\XV Nr. 52. 19. august. KUNNGERD um fólkateljing. Við heimild í løgtingslóg nr. 1 frá 3. januar 1950 um stati- stik ger landsstýrið her kunn- ugt: § 1. Fólka- og bustaðarteljing verður í Føroyum mánadagin 16. november 1970. § 2. Taldir verða allir personar, eum tann 16. november 1970 eftir galdandi reglum skulu standa í føroyskum manntali. 2. stk. Teir persónar, sum koma undir teljingina, skulu siga frá navni, føðingardegi og -ári, hjúnarbandsstøðu, støðu í húsinum, yrki, starvi, yrkis- grein og arbeiðsstað. 3. stk. Skyldu at veita upp- lýsingar um persón, sum er ikki førur fyri hesum sjálvur, hevur hann, sum er verji. Skyldu at geva upplysingar um húsa- og íbúðarviðurskifti hevur hann, sum nýtir húsini ella íbúðina, t. e. eigarin, ella tá ið útleigað er, leigarin. § 4. Fólka- og bustaðarteljingin verður gjørd á serstakar mann- talstalvur, sum hann, ið sum eigari ella leigari nýtir íbúðina, hevur skyldu at fáa skrivaða. Aðrir persónar, ið hava sjálv- støðugt húshald, skulu, um teir ynskja tað, fáa manntalstalvur til sjálvir at skriva. 2. stk. Kommunustýrini býta út manntalstalvurnar í hvørt hús, og hevur húseigarin síðan ábyrgdina av, at tær verða býttar víðari til møguligar leigarar og eisini at heinta tær aftaná teljidagin. 3. stk. Kommunustýrini heinta talvurnar inn aftur skjótast gjørligt aftaná 16. no- vember og í seinasta lagi 21. november. § 5. Gjøllari reglur um avgreiðsl- una av teljingini fáa kornmun- urnar sendandi frá landsstýr- Føroya landsstýri, ust 1970. 19. aug- S. Petersen landsstýrismaður J. Djurhuus.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.