Føroya kunngerðasavn A og B - 29.08.1970, Qupperneq 1
FØROYA KUNNGERÐARSÁVN
1970. Nr. 52-56.
Nr. 52. 19. august.
KUNNGERÐ
um fólkateljmg.
Við heimild í løgtingslóg nr.
1 frá 3. januar 1950 um stati-
stik ger lanđsstýrið her kunn-
ugt:
s
Fólka- og bustaðarteljing
verður í Føroyum mánadagin
16. november 1970.
§ 2.
Taldir verða allir personar,
eum tann 16. november 1970
eftir galdandi reglum skulu
standa í føroyskum manntali.
2. stk. Teir persónar, sum
koma undir teljingina, skulu
siga frá navni, føðingardegi og
-ári, hjúnarbandsstøðu, støðu í
húsinum, yrki, starvi, yrkis-
grein og arbeiðsstað.
3. stk. Skyldu at veita upp-
lýsingar um persón, sum er
ikki førur fyri hesum sjálvur,
hevur hann, sum er verji.
§ 3.
Skyldu at geva upplysingar
um húsa- og íbúðarviðurskifti
hevur hann, sum nýtir húsini
ella íbúðina, t. e. eigarin, ella tá
ið útleigað er, leigarin.
§ 4.
Fólka- og bustaðarteljingin
verður gjørd á serstakar mann-
talstalvur, sum hann, ið sum
eigari ella leigari nýtir íbúðina,
hevur skyldu at fáa skrivaða.
Aðrir persónar, ið hava sjálv-
støðugt húshald, skulu, um teir
ynskja tað, fáa manntalstalvur
til sjálvir at skriva.
2. stk. Kommunustýrini býta
út manntalstalvurnar í hvørt
hús, og hevur húseigarin síðan
ábyrgdina av, at tær verða
býttar víðari til møguligar
leigarar og eisini at heinta tær
aftaná teljidagin.
3. stk. Kommunustýrini
heinta talvurnar inn aftur
skjótast gjørligt aftaná 16. no-
vember og í seinasta lagi 21.
november.
§ 5.
Gjøllari reglur um avgreiðsl-
una av teljingini fáa kommun-
urnar sendandi frá landsstýr-
imun.
Føroya landsstýri, 19. aug-
ust 1970.
S. Petersen
landsstýrismaður
J. Djurhuus.