Føroya kunngerðasavn A og B - 29.08.1970, Blaðsíða 2

Føroya kunngerðasavn A og B - 29.08.1970, Blaðsíða 2
114 Nr. 53. 21. august. REGLUGERÐ fyri Lønjavningargrunn Skips- fiskimanna viðv. minstuløn og øðrum stuðuli til fiskivinnuna. Treytað av góðkenning lands- stýrisins fyrisetur Lønjavning- argrunnur Skipsfiskimanna við heimild í løgtingslóg nr. 1 frá 31. januar 1969 um minstuløn og annan stuðul til fiskivinn- una við broytingum hesar regl- ur fyri stuðlinum: Minstaløn. § 1. 1. stk. Hevur maður verið við fiskiskipi, eru treytirnar, at tryggjað er honum minstaløn ávísa veiðuferð, hesar: a) at hann hevur mynstrað á føroyskt fiskiskip, b) at mynstrað er eftir § 4 í lógini, ið sigur: Treyt fyri, at persóni er tryggjað minstaløn, er, at hann er mynstraður eftir sáttmála millum Føroya Reiðarafelag og viðkomandi yrkisfelag. Er ongin tílíkur sáttmáli, skal tann lønarav- tala, sum fyriliggur millum viðkomandi reiðara (skips- eigara) og manningina ella part av manningini, sendast Lønjavningargrunninum til noteringar, áðrenn mynstrað verður, c) veiðan skal, um hon er land- að í Føroyum, vera seld ella avreidd til prísir, sum eru ikki lægri enn teir, sum áset- tir eru av viðkomanđi al- mennu nevnd eftir lógunum. 2. stk. Hevur maður verið á útróðri til lands í Grønlandi, eru treytirnar, at tryggjað er honum minstaløn, hesar: a) fardagur og afturkomudag- ur hansara skal próvførast, b) hann verður avroknaður eft- ir avtalu, sum er send grun- ninum til noteringar og góð- kenningar, áðrenn farið verður og c) at tíðin, hann hevur verið burtur, er millum dagarnar 1. mai og 15. oktober, tó verður minstaløn ikki tryg- gjað fyri longri tíðarskeið enn 4% mánað og verður mestamarkið roknað frá frá- f aringardegnum. § 2. 1. stk. í veiðutúrin telur ikki taxm tíðin, ið gongur til niður- sigling, um løn verður veitt. 2. stk. Við útrokning av løn- javning verður ein veiðuferð at rokna frá mynstringardegi til afturkomudag, báðir dagar íroknaðir. § 3. 1. stk. Minstaløn er íkki tryggjað monnum, ið reka sil- daveiðu á landleiðini við opn- um bátum. 2. stk. Maður, sum uttan góða grund, eitt nú sjúku, fer av skipi ella báti, áðrenn túrur er endaður, missir rættin til min- stuløn. § 4. 1. stk. Bjargiløn, løn fyri aðra hjálparveiting ella studningar- nir eftir lógargreinunum 5, 9 og 11 skerja ikki minstulønina. 2. stk. Útreiðslur til kost, sum eru omanfyri 10 kr., prístals- viðgjørdar frá 1. apríl 1965, um dagin, fyri hvønn mann, verða ikki taldar við, tá ið minsta- lønin verður útroknað. 3. stk. Um fiskiskip vegna óhapp noyðast at avbróta fiski- skap og søkja upp fremmanda havn at væla um skaðan og próvførdur tarni av skaðanum verður meira enn 5 dagar, eig- ur manningin óskerđa minstu- løn hesa tíð. § 5. 1. stk. Verður maður sjúkur aftaná mynstring og fer í land, og sjúkan tá beinanvegin verð- ur váttað av lækna og skipara sambært oyðublað, eigur hann óskerda minstuløn, til hann er arbeiðsførur, tó í mesta lagi fyri 3 mánaðir, um maðurin er sjú- kur so leingi. Sjúkraumsókn má vera grunninum í hendi í seinasta lagi 6 mánaðir aftaná, at sjúkan byrjaði ella óhappið hendi. 2. stk. Verður maður, ið var mynstraður fiskitúrin, sjúkur á niðursigling undantikin óhapp, sum koma unđir vanlukku- trygging, eigur hann rætt til minsituløn eftir somu reglum,

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.