Føroya kunngerðasavn A og B - 14.12.1970, Blaðsíða 3

Føroya kunngerðasavn A og B - 14.12.1970, Blaðsíða 3
127 Nr. 59. 8. september. KUNNGERÐ um lutvísa avtøku av innflutnings- gjøldum á ávísum vørum frá EFTA-londum Við heimild í løgtrngslóg nr. 56 frá 29. august 1970 um broytingar í innflutnings- og framleiðslugjøldum orsakaðar av luttøku Føroya í Europeiska Fríhandilssamtakinum, jbr. ei- sini § 2 í løgtingslóg nr. 3 frá 24. februar 1969 hevur lands- stýrið fyrisett: § 1. Fyri tær vørur, sum tilskilað- ar eru niðanfyri og sum inn- fluttar verða frá og eru fram- leiddar í londum, sum eru ella verða limir í Europeiska Frí- hanđilssamtakinum verður ser- liga innflutningsgjaldið frá og við 31. august 1970 lækkað niður í 4% og frá og við 31. desember 1972 eru vørurnar undan innflutningsgjaldinum: Bruxelles nomenklatururin: ex 03.01: Djúpfryst fiska- flak. 05.05: Fiskaslógv. ex 15.04: Fiskalýsi, eisini sildalysi. ex 15.08: Fiskalýsi, eisini sildalýsi. ex 41.01: Rá seyða- og lambsskinn. ex 43.01: Rá minkaskinn. § 2. Av øli, sum ínnflutt verður frá og er framleitt í teimum londum, sum nevnd eru í § 1, og sum í mesta lagi inniheldur 2% vektprocent av alkoholi, er vanliga innflutningsgjaldið 1,40 kr. fyri liturin. § 3. Tað er ein treyt fyn, at tær í §§ 1 og 2 nevndu vørur kunnu koma unđir lækkingina í inn- flutningsgjøldum, at tað við vøruni fýlgir góðkend váttan um, at vøran er framleidd í einum EFTA-landi. § 4. Henda kunngerð fær gildi frá 31. august 1970 og sam- stundis fer kunngerð nr. 57 frá 4. september 1970 úr gilđi. Føroya landsstýri, 8. sep- tember 1970. Atli P. Dam landsstýrismaður /J. Djurhuus.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.