Føroya kunngerðasavn A og B - 12.05.1971, Page 43

Føroya kunngerðasavn A og B - 12.05.1971, Page 43
43 Nr. 7. 28. apríl. KUNNGERÐ Eftir § 1 í løgtingslóg nr. 68 frá 24. september 1970 um xFøroya fdnaðargrunn« hevur landsstýrið í samráð við for- sætisráðharradeildina fyriskip- að soljóðandi Viðtøkur fyri Føroya ídnaðargrunn § 1. Føroya ídnaðargrunnur, ið er settur á stovn sambært løg- tingslóg nr. 68 frá 24. septem- ber 1970, hevur til endamáls at veita lán til ídnaðar- og handverkarafyritøkur við tí í hyggju at veita stuðul í um- skipanini til broytt marknaðar- viðurskifti ella stovnan, víðk- an ella fremjan av skynsamari umlegging av framleiðsluni. § 2. Heimstaður grunsins er Tórshavn. § 3. Stovnsfæ grunsins er 4,5 milliónir krónur og verður út- vegað við studningi úr lands- kassanum upp á 2,5 milliónir kr. og einum ríkisstudningi upp á 2 milliónir kr. 2. stk. Til fremjan av endamáli sínum kann grunnurin taka upp neyðug lán. Lántøka grun- sins skal góðkennast av lands- stýrinum. Fer lántøkan upp um 20 milliónir kr. kann hetta fyrst góðkennast aftan á sam- ráðing við forsætisráðharra- deilđina. Fyri lántøku grunsins ábyrgjast bert ognir grunsins. 3. stk. Umsóknir um lán úr íleggingargrunninum fyri Før- oyar verða at senda stýrinum við landsstýrisins viðmerking- um. § 4. Fyri grunninum situr styri, ið er formaður og 4 limir, sum allir verða tilnevndir av lands- stýrinum. 2. stk. Tveir av stýrislimunum skulu umboða ávikavist ar- beiðara- og arbeiðsgevarafeløg. Ein limur í stýrinum skal hava løgfrøðisligan kunnleika og ein limur skal hava serligan kunn- leika í fíggjarligum og bank- tekniskum viðurskiftum. 3. stk. Stýrið verður tilnevnt beint eftir, at lanđsstýrið tekur við aftan á hvørt løgtingsval. Endurtilnevning kann vera. Um so er at limur í stýrinum fer frá, verður nýggjur limur tilnevndur. § 5. Stýrið er hægsti myndug- leiki grunsins og hevur ábyrgd av virki grunsins. 2. stk. Formaðurin boðar til fundar so ofta tørvur er á og við upplýsing um đagsskrá. 3. stk. Hevur stýrislimur for- fall, eigur hann um gjørligt áðrenn fundin at fáa høvi til skrivliga ella á annan hátt at siga sína hugsan. Formaðurin ger so av, um umrøddu mál skulu avgerast á fundinum, ella útsetast til seinri fund. 4. stk. Stýrið er viðtøkuført um formaðurin og 2 stýrislimir eru møttir. Allar avgerðir verða tiknar við vanligum atkvøðu- meiriluta. Um so er at atkvøð- urnar standa á jøvnum, er at- kvøða formansins avgerandi. 5. stk. Til at binda grunnin krevst undirskrift av formanni og 2 stýrislimum. § 6. Fundarfrágreiðingar verða førdar í gerðabók. Ein minni- luti kann krevja sína støðu tikna við í gerðabókina. 2. stk. Fer atkvøða fram, verð- ur úrslitið skrivað í gerðabók- ina. Gerðabókin verður undir- skrivað av formanninum stýri- sins vegna. § 7. Eingin stýrislimur ma lut- taka í avgerð av máli, sum beinleiðis ella óbeinleiðis nem- ur við virki, sum hann hevur áhuga í, ella virki, sum hann er bundin at. 2. stk. Hevur limur áhuga í ella er knýttur at virki, sum er til viðgerðar í stýrinum, eigur hann, áðrenn málið kemur fyri, at siga formanninum frá, at hann ikki kann taka lut í av- gerðini av málinum, ella siga frá hvør áhugi ella tilknýti hansara til fyritøkuna er. í he- sum føri hava allir limir skyldu at svara upp á allar spuming- ar, sum settir verða av for-

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.