Føroya kunngerðasavn A og B - 12.05.1971, Blaðsíða 44

Føroya kunngerðasavn A og B - 12.05.1971, Blaðsíða 44
44 manninum ella gjøgnum for- mannin. 3. stk. Stýrið ger endaliga av, um limur í slíkum føri kann taka lut í málsviðgerðini og eisini um hann kann taka lut í málsavgerðini. Umrøddi limur tekur ikki lut í avgerðini av hesum spurningum. § 8. Limirnir i stýrinum hava tøgnskyldu mótvegis øllum, ið ikki vara av um tað, sum teir í starvinum fáa kunnleika um. § 9. Stýrið hevur heimild til at søkja sær tekniskar og fíggjar- ligar metingar hjá Búskapar- ráðnum um ætlanir, sum lán verður søkt til. § 10. Stýri grunsins tekur í hvørj- um einstøkum føri støðu til hæddina av lánunum, og má lánið ikki vera hægri enn neyð- ugt og ráðihgt er eftir eini metan av møguleikunum hjá virkinum at bera seg og lívføri tess. 2. stk. Lánini, sum grunnurin veitir, mugu ikki vera hægri enn 90c'( av stovningarkostn- aðinum í samband við fremjan av ætlanini, við frádrátti av teimum lánum, sum tikin eru til sama og sum hava pant frammanfyri. § U. Fyri útlánum skal trygd veátast, sum stýri grynsins í hvørjum einstøkum føri skal góðkenna. 2. stk. Tá ið tilsøgn um lán verður givin, skal ansast eftir, at vandin fyri tapi av høvuðs- stólinum verður so iítil sum gjørligt. 3. stk. Virkir sum fáa lán koma undir roknskaparligt og tekn- iskt eftirlit eftir stýrisins nærri avgerð. § 12. Lán kunnu veitast upp til 20 ár. Lán til útvegan av maskin- um og virkisgøgnum kunnu tó bert veitast upp til 10 ár. 2. stk. Lán kunnu ikki veitast til útvegan av rakstrarpeningi. 3. stk. Lánini verða aí aftur- rinda við javnt stórum av- dráttum í teimum terminum, sum fyrisettar verða, tá ið lán- ið verður veitt, smbr. tó § 13. 4. stk. Lánini kunnu ikki sigast upp av grunninum, so leingi lántakarin til fulnar lýkur sín- ai skyldur. Lántakarin hevur rætt til at rinda lánið aftur heilt ella lutvíst við 3 mánaða fyrivarni. 5. stk. Um pantið skiftir eigara ella lánitreytirnar ikki verða hildnar, fellur restskuldin til gjaldingar beinanvegin. § 13. Við landsstýrisins góðkenn- ing kann stýrið minka um ella útseta afturgjalding av ein- støkum avdráttum í upp til 2 ár, um so er at serstakar grun- dir tala fyri hesum. § 14. Stýrið ásetur útlánsrentuna. Rentan má tó ikki setast lægri enn \','( hægri enn rentan av teimum lánum, sum grunnurin fær úr fleggingargrunninum fyri Føroyar. 2. stk. Av hvørjum útláni verð- ur tikin stovningarprovisjón upp á 2ci av høvuðsstólinum. 3. stk. Stýrið kann loyya, at stovningarprovisjónin verður goldin í hægst 4 eins stórum pørtum, ið verða at rinda, tá ið lánið verður útgoldið og í tei- mum næstfylgjandi terminun- um. § 15. Dagliga umsitingin av grunn- inum verður løgd undir Bú- skaparráðið. 2. stk. Um so er at annað ikki verður fyrisett, skal avdráttur og renta av útlánum rindast inn á Føroya gjaldstovu. 3. stk. Stýri grunsins kann taka sær lønta hjálp, eins og tað kann rinda útreiðslur til sak- køna hjálp í sambandi við við- gerð av lániumsóknum. 4. stk. Umsitingarútreiðslur grunsins eins og samsýning til stýrislimir, ið skal góðkennast av landsstýrinum, verða goldn- ar av inntøkum grunsins. § 16. Stovnaður verður tiltaks- grunnur at standa ímóti tapum

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.