Føroya kunngerðasavn A og B - 12.05.1971, Qupperneq 44

Føroya kunngerðasavn A og B - 12.05.1971, Qupperneq 44
44 manninum ella gjøgnum for- mannin. 3. stk. Stýrið ger endaliga av, um limur í slíkum føri kann taka lut í málsviðgerðini og eisini um hann kann taka lut í málsavgerðini. Umrøddi limur tekur ikki lut í avgerðini av hesum spurningum. § 8. Limirnir í stýrinum hava tøgnskyldu mótvegis øllum, ið ikki vara av um tað, sum teir í starvinum fáa kunnleika um. § 9- Stýrið hevur heimild til at søkja sær tekniskar og fíggjar- ligar metingar hjá Búskapar- ráðnum um ætlanir, sum lán verður søkt til. § 10. Stýri grunsins tekur í hvørj- um einstøkum føri støðu til hæddina av lánunum, og má láuiið ikki vera hægri enn neyð- ugt og ráðiligt er eftir eini metan av møguleikunum hjá virkinum at bera seg og lívføri tess. 2. stk. Lánini, sum grunnurin veitir, mugu ikki vera hægri enn 90% av stovningarkostn- aðinum í samband við fremjan av ætlanini, við frádrátti av teimum lánum, sum tikin eru til sama og sum hava pant frammanfyri. § 11. Fyri útlánum skaí trygd vedtast, sum stýri grunsins í hvørjum einstøkum føri skal góðkenna. 2. stk. Tá ið tilsøgn um lán verður givin, skal ansast eftir, at vandin fyri tapi av høvuðs- stólinum verður so lítil sum gjørligt. 2. stk. Virkir sum fáa lán koma undir roknskaparligt og tekn- iskt eftirlit eftir stýrisins nærri avgerð. § 12. Lán kunnu veitast upp til 20 ár. Lán til útvegan av maskin- um og virkisgøgnum kunnu tó bert veitast upp til 10 ár. 2. stk. Lán kunnu ikki veitast til útvegan av rakstrarpeningi. 3. stk. Lánini verða a>t aftur- rinda við javnt stórum av- dráttum í teimum terminum, sum fyrisettar verða, tá ið lán- ið verður veitt, smbr. tó § 13. 4. stk. Lánini kunnu ikki sigast upp av grunninum, so leingi lántakarin til fulnar lýkur sín- ai skyldur. Lántakarin hevur rætt til at rinda lánið aftur heilt ella lutvíst við 3 mánaða fyrivarni. 5. stk. Um pantið skiftir eigara ella lánitreytirnar ikki verða hildnar, fellur restskuldin til gjaldingar beinanvegin. § 13. Við landsstýrisins góðkenn- ing kann stýrið minka um ella útseta afturgjalding av ein- støkum avdráttum í upp til 2 ár, um so er at serstakar grun- dir tala fyri hesium. § 14. Stýrið ásetur útlánsrentuna. Rentan má tó ikki setast lægri enn 1% hægri enn rentan av teimum lánum, sum grunnurin fær úr íleggingargrunninum fyri Føroyar. 2. stk. Av hvørjum útláni verð- ur tikin stovningarprovisjón upp á 2% av høvuðsstólinum. 3. stk. Stýrið kann loyva, at stovningarprovisjónin verður goldin í hægst 4 eins stórum pørtum, ið verða at rinda, tá ið lánið verður útgoldið og í tei- mum næstfylgjanđi terminun- um. § 15. Dagliga umsitingin av grunn- inum verður løgd undir Bú- skaparráðið. 2. stk. Um so er at annað ikki verður fyrisett, skal avdráttur og renta av útlánum rindast inn á Føroya gjaldstovu. 3. stk. Stýri grunsins kann taka sær lønta hjálp, eins og tað kann rinda útreiðslur til sak- køna hjálp í sambandi við við- gerð av lániumsóknum. 4. stk. Umsitingarútreiðslur grunsins eins og samsýning til stýrislimir, ið skal góðkennast av landsstýrinum, verða goldn- ar av inntøkum grunsins. § 16. Stovnaður verður tiltaks- grunnur at standa ímóti tapum

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.