Føroya kunngerðasavn A og B - 12.05.1971, Page 46

Føroya kunngerðasavn A og B - 12.05.1971, Page 46
46 Nr. 8. 12. mai. KUNNGERt) um prógv í hebraiskum Eftir § 1 í løgtingslóg nr. 28 frá 20. mai 1965 um at seta á stovn Fróðskaparsetur Føroya (Academia Færoensis) hevur landsstýrið fyrisett: Lisnar verða 70 síður í Kittels Biblia Hebraica, harav minst 12 síður skulu vera í bundnum máli. Ein partur av hesum 70 síðunum kann tó vera av tekstum uttan fjrri Gamla Testamenti, eitt nú inn- skriftir ella Qumran-tekstir. Av mállæru krevst tað, ið neyðugt er fyri at lesa tekstir- nar. Til prógv verða allar 70 síð- umar uppgivnar. Tó er hjá studentum, ið regluliga hava fylgt skeiðinum á Fróðskapar- setrinum, nóg mikið at geva upp 35 síður. Avgerð um hetta verður tikin av læraranum í samráð við setursráðið. Royndin er munnlig. Fyri at stanđa krevjast minst 6 stig (eftir 0-13 skalanum). Tveir próvdómarar skulu vera við hvørja próvtøku. Lærarin og báðir próvdómar- arnir geva hvør sín karakter; allir tríggir karakterirnir verða samanlagdir og deildir við 3; gongur talið ikki upp, verður tað hækkað. Hebraiskt verður tikið eftir tveimum semestrum. Hetta verður hervið gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, 12 mm 1971. Sámal Petersen landsstýrismaður / J. Djurhuus.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.