Føroya kunngerðasavn A og B - 12.05.1971, Blaðsíða 48
48
Nr. 10. 12. mai.
KUNNGERB
um
prógv í fomgrikskum
Eftir § 1 í løgtingslóg nr. 28
frá 20. mai 1965 um at seta á
stovn Fróðskaparsetur Føroya
(Academia Færoensis) hevur
landsstýrið fyrisett:
Fomgrikskt I
Lisnar verða 30 síður, tó
kunnu av hesum 30 síðunum 5
vera koine.
Lærarin ger sjálvur av, hvat
lisið verður, møguliga í samráð
við studentamar; tó verður
kravt, at tekstir, ið lisnir verða,
kunnu verða góðkendir av øll-
um lærdum háskúlum.
Av mállæru krevst tað, ið
neyðugt er fyri at lesa tekstir-
nar.
Til prógv verða allar 30 síð-
umar uppgivnar.
Royndin er munnlig.
Fyri at standa krevjast minst
6 stig (eftir 0-13 skalanum).
Tveir próvdómarar skulu
vera við hvørja próvtøku.
Fomgrikskt II
Lisnar verða 120 síður, tó
kunnu av hesum 120 síðunum
20 vera koine.
Lærarin ger sjálvur av, hvat
lisið verður, møguliga í samráð
við stuđentarnar, tó verður
kravt, at tekstir, ið lisnir verða,
kunnu verða góðkendir av øll-
um lærdum háskúlum.
Av mállæru krevst tað, ið
neyðugt er fyri at lesa tekstir-
nar.
Til prógv verða allar 120
síðurnar uppgivnar. Tó er hjá
studentum, ið regluliga hava
fylgt skeiðinum á Fróðskapar-
setrinum, nóg mikið at geva
upp 60 síður. Avgerð um hetta
verður tikin av læraranum í
samráð við setursráðið.
Royndin er munnlig.
Fyri at standa krevjast minst
6 stig (eftir 0-13 skalanum).
Tveir próvdómarar skulu
verða við hvørja próvtøku.
Lærarin og báðir próvdóm-
ararnir geva hvør sín karakter;
allir tríggir karakterirnir verða
samanlagdir og deildir við 3;
gongur talið ikki upp, verður
tað hækkað.
Forngrikskt I verður tikið
eftir tveimum semestrum.
Forngrikskt II verður tikið
eftir trimum semestrum.
Hetta verður hervið gjørt
kunnugt.
Føroya landsstýri, 12. mai
1971.
Sámal Petersen
landsstýrismaður
/ J. Djurhuus.