Føroya kunngerðasavn A og B - 12.05.1971, Side 48

Føroya kunngerðasavn A og B - 12.05.1971, Side 48
48 Nr. 10. 12. mai. KUNNGERB um prógv í fomgrikskum Eftir § 1 í løgtingslóg nr. 28 frá 20. mai 1965 um at seta á stovn Fróðskaparsetur Føroya (Academia Færoensis) hevur landsstýrið fyrisett: Fomgrikskt I Lisnar verða 30 síður, tó kunnu av hesum 30 síðunum 5 vera koine. Lærarin ger sjálvur av, hvat lisið verður, møguliga í samráð við studentamar; tó verður kravt, at tekstir, ið lisnir verða, kunnu verða góðkendir av øll- um lærdum háskúlum. Av mállæru krevst tað, ið neyðugt er fyri at lesa tekstir- nar. Til prógv verða allar 30 síð- umar uppgivnar. Royndin er munnlig. Fyri at standa krevjast minst 6 stig (eftir 0-13 skalanum). Tveir próvdómarar skulu vera við hvørja próvtøku. Fomgrikskt II Lisnar verða 120 síður, tó kunnu av hesum 120 síðunum 20 vera koine. Lærarin ger sjálvur av, hvat lisið verður, møguliga í samráð við stuđentarnar, tó verður kravt, at tekstir, ið lisnir verða, kunnu verða góðkendir av øll- um lærdum háskúlum. Av mállæru krevst tað, ið neyðugt er fyri at lesa tekstir- nar. Til prógv verða allar 120 síðurnar uppgivnar. Tó er hjá studentum, ið regluliga hava fylgt skeiðinum á Fróðskapar- setrinum, nóg mikið at geva upp 60 síður. Avgerð um hetta verður tikin av læraranum í samráð við setursráðið. Royndin er munnlig. Fyri at standa krevjast minst 6 stig (eftir 0-13 skalanum). Tveir próvdómarar skulu verða við hvørja próvtøku. Lærarin og báðir próvdóm- ararnir geva hvør sín karakter; allir tríggir karakterirnir verða samanlagdir og deildir við 3; gongur talið ikki upp, verður tað hækkað. Forngrikskt I verður tikið eftir tveimum semestrum. Forngrikskt II verður tikið eftir trimum semestrum. Hetta verður hervið gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, 12. mai 1971. Sámal Petersen landsstýrismaður / J. Djurhuus.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.