Føroya kunngerðasavn A og B - 03.08.1971, Blaðsíða 19

Føroya kunngerðasavn A og B - 03.08.1971, Blaðsíða 19
67 Nr. 27. 21. juni. KUNNGERÐ um vørur, sum kioskir og bakaríir hava loyvi at selja Við heimild í § 3, 1. og 2. stk. í løgtingslóg nr. 26 frá 10. juni 1971 um afturlatingartíðir verður fyrisett: § 1. Kioskir og bakaríir, sum hava longri opið enn vanligar krambúðir, hava bert loyvi at selja niðanfyri tilskilaðu vør- ur: Kioskir: Bløð, tíðarrit, bøkur, postkort, frímerkir og skrivitilfar tubbaksvørur, pípur og royki- tilfar filmar og blitzperur kambar og sóibrillur souvenirs og heimagjørdar. lutir chokolátu- og sukurvørur og ís frukt og fruktkonserves keks, biscuits, vaflur, smákøk- ur, te og kaffi leskidrykkir. Bakaríir: Breyð og køkur mjólk, róma og turrmjólk chokolátu- og sukurvørur og ís cacaopulvur, kaffi, te, marmu- látu, smør og margarin frukt og fruktkonserves leskidrykkir. § 2- Henda kunngerð kemur í gildi beinanvegin. Føroya landsstýri, 21. juni 1971. Eli Nolsøe (sign.) landsstýrismaður / J. Ellendersen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.