Føroya kunngerðasavn A og B - 03.08.1971, Blaðsíða 51

Føroya kunngerðasavn A og B - 03.08.1971, Blaðsíða 51
99 Nr. 33. 14. juli. KUNNGERO um Ólavsøkutiny Løgmaður ger kunnugt eftir § 7 í løgtingslóg nr. 1 frá 13. mai 1948 um stýrisskipan í sermálum, at ólavsøkutingið 1971 verður sett ólavsøkudag kl. 13 í tinghúsinum aftan á kirkjugangin í Havnar kirkju kl. 11. Tórshavn, tann 14. juli 1971. Atli P. Dam løgmaður. Nr. 34. 14. juli. KUNNGERÐ um tolling av ymiskum motorakførum Eftir løgtingslóg nr. 23 frá 11. februar 1950 við seinni broyt- ingum um innflutningsgjøld v.m. hevur landsstýrið fyri- sett: § 1- Fyri at motorakfar kann ko- ma undir toll eftir fylgjandi lbnr. í løgtingslóg nr. 23 frá 11. februar 1950 við seinni broyt- ingum um innflutningsgjøld v.m. krevst: 1. 27.02: hýruvognar, at eigar- in røkir ella ætlar at røkja fólkaflutning sum høvuðs- vinnuveg, at vognurin hev- ur 2 hurðar hvørjumegin, merkt hýruvognur við minst 5 cm høgum stavum á báð- um teim fremru hurðunum beint undir vindeygunum og hevur sjónskt skelti innan, hvussu mong, vognurin hev- ur loyvi at flyta umframt føraran, og at vognurin má ikki fara í aðra nýtslu uttan loyvi frá gjaldstovuni. 2. 27.04: avlamisvognur, at eig- arin er so lamin, at hann er ikki førur fyri at røkja vin- nu ella starv uttan nýtslu av motorakfari, ella at tað, aftan á at ummæli er fingið frá Føroya Vanlukkutrygg- ingarráð, verður hildið neyðugt hjá honum at hava motorakfar, men treytin í báðum førum er, at eigarin sjálvur førir vognin. 3. 27.07: knallertir (prutl), at akfarið er tví-ella trýhjól- að við hjálpimotori við slagvolumen ikki oman fyri 50 cc og gongur ikki skjót- ari enn 30 km/t eftir sløtt- um og hevur danska ella føroyska typukenning. Hesi eyðkenni skulu týðuliga kunna lesast av faktura. § 2. Verða treytirnar í § 1 ikki gjølliga hildnar ella broyting- ar gjørdar í tilgerðini aftan á innflutningin, kemur akfarið undir toll eftir Ibnr. 27.01. § 3. Brúkt motorakfør kunnu ko- ma undir toll eftir meting (smbr. § 5, stk. 3, í løgtingslóg um innflutningsgjøld v.m. við seinni broytingum). § 4. Henda kunngerð kemur i gildi beinanvegin. Samstundis fara úr gildi kunngerðir nr. 38 frá 7. juli 1967 og nr. 46 frá 11. september 1967. Hetta verður gjørt kunnugt. Føroya landsstýri, tann 14. juli 1971 . Peter F. Christiansen landsstýrismaður / J. Djurhuus.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.