Føroya kunngerðasavn A og B - 31.03.1973, Blaðsíða 5

Føroya kunngerðasavn A og B - 31.03.1973, Blaðsíða 5
5 Nr. 7. 16. februar. KUNNGEBÐ um íløgugrunnar Við heiðmild í §§ 8, 15 og 17 í løgtingslóg nr. 50 frá 23. desember 1971 um íløgugrunnar hevur lands- stýrið fyrisett: § 1. Fráboðan um at nýta pening, ið stendur í íløgu- grunni, skal sendast Líkn- íngarráð Føroya. 2. stk. f fráboðanini skal applýsast: 1. Hvussu mikið skal loys- ast úr íløgugrunninum. i. Peningshæddin at loysa burtur av tí, sum sten- dur hjá Føroya gjald- stovu. 3. Rakstrarárini, pening- urin er settur í íløgu- grunn. 4. Hvørji rakstrargøgn íløgan skal nýtast til. 5. Útveganarvirði á rak- strargagninum. 5. Nær rakstrargagnið er útvegað. (Er talan um bygningar ella innlegg- ingar v.m., so tá liðugt er). 3. stk. Við fráboðanini skulu fylgja skjøl, sum prógva tað, sum upplýst er eftir nr. 5 og 6 í 2. stk. § 2. Tá fráboðan er viðgjørd og góðkend, sigur líkning- arráðið avvarðandi skatt- gjaldara frá, hvussu nógv loyvt er at nýta av íløgu- grunni til forskotsavskriv- ing uppá útvegað rakstrar- gagn. Samstundis fær gjaldstovan boð um pen- ingshæddina, sum útgjald- ast skal av bundnari konto, eins og kommunala líkn- ingarvaldið fser boð um avgerðina. § 3. Renta av bundnum pen- ingi, 5% p.a., verður til- skrivað hvønn 31. desem- ber og kann tá fáast út- goldin frá Føroya gjald- stovu. Hetta verður gjørt kun- nugt. Føroya landsstýri, 16. februar 1973. Atli P Dam løgmaður - J. Ellenđersen

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.