Føroya kunngerðasavn A og B - 11.12.1973, Blaðsíða 5

Føroya kunngerðasavn A og B - 11.12.1973, Blaðsíða 5
97 Talið á wc-um skal ve- ra hetta: 1 wc fyri hvørji 1-12 ar- beiðsfólk 2 wc fyri hvørji 13-24 arbeiðsfólk 3 wc fyri hvørji 25-49 arbeiðsfólk 5 wc fyri hvørji 50-100 arbeiðsfólk Fyri hvørji 50 fólk omanfyri 100 skulu tvey wc vera afturat. f hvørjum rúmi við wc skal ljóari vera. Ljóarar og gluggar, sum kunnu latast upp, skulu vera vardir við flugutøtt- um neti. Loft og veggir skulu ve- ra úr hørðum, sløttum til- fari, málað við ljósum liti. Gólvið skal vera úr hørð- um, vatntøttum tilfari. Wc-skilarúm og hurðar fyri wc skulu í minsta lagi vera 30 cm frá lofti og gólvi. Hurðar fyri wc skulu ikki hava handtak uttan, men bert loku innan. Wc-rúm skulu vera skildrað sundur frá ar- beiðsrúmum við forrúmi, sum skal hava taetta hurð við gátt fyri. í forruminum (tvátt- rúminum) skulu vera handvøsk við heitum og køldum vatni, eitt vask til hvørji 10 arbeiðsfólk. Til tvátt skal vera nýtt flótandi sápa og handklæð av pappíri, sum aftaná at hendurnar eru turkaðar, skal vera tveitt burtur í serstakt ílat. f gólvi, sum hoyrir til wc og forrúm, skal í min- sta lagi vera ein niður- renning við vatnlási. Hall- ið til niðurrenningina skal í minsta lagi vera 1,5:100. Wc og forrúm skulu kunna hitast. § 22. Fiskavirkir, sum frysta vørur, skulu hava serskild goymslurúm til ta frystu vøruna. Hesi rúm skulu verða so væl vard móti hita, og kulđagerðin í tei- mum skal verða so nógv, at hitastigið kann haldast á -r- 25°C ella lægri. Rúmini skulu verða út- gjørd við sjálwirkandi stillara, soleiðis at hita- stigið kann halđast óbroytt. Somuleiðis skulu tey hava hitamát við bandskrivara, sum skrivar hitastigið upp alla tíðina. Hitamátið skal verða 2 m upp frá gólvinum á einum staði. sum gjóstur ikki sleppur til. Bondini frá skrivaranum skulu verða goymd, soleið- is at tey eru til skjals, tá ið virkiseftirlitið vil kanna, hvussu hitastigið í goym- slurúmum hevur verið. DEILD 4. Reinhald umborð á fislci- skipum undir uppskiping og á fiskavirkjum § 23. Vatn, sum nýtt verður til reinhald, skal lúka tær treytir, ið settar eru upp í 19. grein. Neyðug reingeringar- evni og -amboð mugu al- tíð vera tøk, so sum bust- ir, kustar, vatnslangur o.a. Somuleiðis má altíð vera nóg mikið av tøkum tvátt- evnum og sóttreinskandi evni. Reingerðarevni og -am- boð skulu vera goymd í rúmi ella skápi við ljóara, so at luftin ikki stendur still og turt verður inni. § 24. Allir lutir og øll amboð, sum fiskur til matna kem- ur til umborð á fiskifari, undir uppskiping og inni á fiskavirkjum, her uppí- roknað øll íløt og kassar, skulu vera rein. § 25. Fiskifør, fiskavirki og øki uttanum virki skulu vera gjørd rein aftaná hvønn loknan arbeiðsdag ella oftari, um tørvur er á. Best er at lata eitt ein- stakt fólk standa fyri rein- gerðini og hava ábyrgdina av at vandaliga verður gjørt reint.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.