Føroya kunngerðasavn A og B - 11.12.1973, Blaðsíða 11

Føroya kunngerðasavn A og B - 11.12.1973, Blaðsíða 11
Wí* 103 dittirnir skulu rentast við vanligari bankaútlánsrentu uttan provisión. Nevndin ásetur gjald fyri veitan av útflutnings- veðhaldi. 2. stk. íiøgustudrungur og./ella íløguián til ný- stovnað virki, ískoyti ella umskipan av verandi virkj- um má tilsamans ikki fara upp um 90% av íløguút- reiðslunum. fløgustudningurin má ikki fara upp um 15% av íløguútreiðslunum, men kann í serstøkum førum vera 20%. 3. stk. Lán við veðrætti í føstuin ognum og bygn- ingum skulu rindast aftur yvir í mesta lagi 20 ár. Avdráttarskái kann gevast í upp til 5 ár frá lánveit- ingini. Rentan av hesum lánum verður ásett árliga av landsstýrinum eftir til- mæli frá nevndini, og kunnger landsstýrið hvønn 1. apríl rentuna fyri kom- andi árið. Lánini verða rentað á sama hátt. 4. stk. Lán við veðrætti í maskinum og virkisgøgn- um skulu rindast aftur yvir í mesta lagi 10 ár. Avdráttarskái kann gevast í upp til 2 ár frá lánveit- ingini. Rentan av hesum lánum skal vera 1% hægri enn rentan av lánum móti veðrætti í føstum ognum. 5. stk. Lán kunnu vei't- ast til raksturin av virkj- um, ið byrja framleiðslu, sum áður hevur verið óroynd í Føroyum. Slík lán, ið skulu bera vanliga bankaútlánsrentu uttan provisión, mugu ikki veit- ast í meira enn 2 ár o^ skulu rindast aftur yvir í mesta lagi 5 ár. 6. stk. Studningur kann veitast til rentugjalding av lánum til fíggjan av fløgum í nýggj virkir, ískoytisíløgur og umskipan av verandi virkjum. Rentustudningurin má ikki bera í sær, at rentan av nevndu lánum verður feegri enn sambært 3. og 4. stk. 7. stk. Studningur kann veitast til upplæring av hjálparmonnum hjá ein- støkum virkjum ella vin- nugreinum. Stuanmgurin má ikki fara upp um 50% av samlaðu útreiðslunum til upplæringina. 8. stk. Stuamngui- kann veitast til gransking við- víkjandi framleiðsluviður- skiftunum og vørumenn- ing. Tey einstøku tiltøkini skulu vera greiniliga av- markað og um urslitini skal grunnurm fáa gjølliga frágreiðing. Nevntíin avger í hvørjum emstøkum føri sipdaina á stuaninginum, sum ikki má fara upp um 70% av teimum beinleiðis útreiðslunum. Eftir somu reglum kann veitast studningur til ráð- gevarahjálp. S. stk. Studningur kann vøitast til einstøk virki við upp tii 50% av útreiðslun- um til fyrireikandi, sølu- fremjandi tiltøk t.d. fyri- reikan av lýsingum. Stud- ningur kann veitast við upp tii 80% av útreiðslun- um til sølufremjandi tiltøk fyriskipað av fleiri virkj- um í felag ella av eini ella fleiri vinnugreinum. 10. stk. Studningur til flutning av føroyskt fram- leiddum vørum úr Føroy- um kann í serligum førum veitast eftir samráð við landsstýrið. § 14. Nevnd grunnsins kann taka sær lønta hjálp, eins og hon kann rinda útreið- slur til sakkøna hjálp. 2. stk. Um so er, at ann- að ikki verður fyrisett, skal avđráttur og renta av útlánum rindast inn í Før- oya Gjaldstovu. 3. stk. Umsitingarútreið- slur grunnsins eins og samsýning til nevndarlim- ir, ið skal góðkennast av landsstýrinum, verða gold- nar av inntøkum grunn- sins. § 15. Roknskaparár grunnsins

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.