Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1981, Blaðsíða 9
Nr. 7.
24. februar.
Løgtingslóg
um
veðhald fyri lánum til fiskiskip og fiska-
virkir.
Samsvarandi samtykt Føroya løg-
tings staðfestir og kunnger løgmaður
hesa løgtingslóg:
§ 1. Landsstýrinum verður heimilað
saman við fíggjarnevndini landskassans
vegna í fíggjarárinum 1981/82,1982/83
og 1983/84 at veðhalda fyri lánum til
fiskiskip og fiskavirkir, sum eru komin
í fíggjarliga trongstøðu. Hin samlaða
veðhaldsupphæddin má ikki fara upp
um 5 milj. kr. fyri hvørt fíggjarárið.
§ 2. Treytirnar, fyri at veðhald kann
verða veitt, eru hesar:
a. at líkindi eru til, at raksturin fram-
yvir eftir øllum fyriliggjandi upp-
lýsingum fer at bera seg,
b. at eginpeningurin verður hækkaður
við í minsta lagi 15% av tí peningi,
ið neyðugur er til framhald av
rakstrinum, ella fingin verða onnur
lán, sum ikki mugu krevjast aftur-
goldin yvir stytri áramál enn ára-
málið fyri tey lán, landið veðheldur
fyri sambært hesa lóg.
§ 3. Henda lóg fær gildi beinanvegin.
Lagtingslov
om
garanti for lán til fiskerskibe og fiskeri-
virksomheder.
I overensstemmelse med vedtagelse
af Færøernes lagting stadfæster og
kundgør lagmanden følgende lagtings-
lov:
§ 1. Landsstyret bemyndiges til sam-
men med finansudvalget pá landskas-
sens vegne i finansárene 1981/82,
1982/83 og 1983/84 at garantere for lán
til fiskerskibe og fiskerivirksomheder,
der er kommet i driftsvanskeligheder.
De samlede garantibeløb má ikke over-
stige 5 mill. kr. for hvert finansár.
§ 2. Betingelserne, for at garanti
ydes, er disse:
a. at der er udsigt til, at driften frem-
over efter alle foreliggende oplys-
ninger bliver rentabel.
b. at egenkapitalen forhøjes med
mindst 15% af det beløb, der er nød-
vendigt til fortsættelse af driften,
eller der opnás andre lán, der ikke
má forlanges tilbagebetalt over
kortere áremál end áremálet for de
lán, for hvilke landet garanterer i
henhold til denne lov.
§ 3. Denne lov træder i kraft straks.
Tórshavn, 24. februar 1981.
Pauli Ellefsen (sign.)
løgmaður
/ Olaf Olsen (sign.)