Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1981, Blaðsíða 64
78
Nr. 23.
30. apríl.
KUNNGERÐ
um
útvarpsgjald
Við heimild í § 3 í løgtingslóg nr. 23 frá 28. mars 1956 um útvarp verður útvarps-
gjaldið fyri 1981 fyrisett:
I. Hann, ið nýtir radiomóttakara, skal gjalda árligt gjald kr. 215,-. Menn, ið selja
ella umvæla radiotól og nýta radiomóttakara í virki sínum, svara gjald av einum
móttakara í virki sínum. Somuleiðis verða goldnar kr. 215,- árliga fyri:
a) Móttakarar, ið eru í húsunum hjá loyvishavaranum, og sum verða nýttir av
arbeiðsgentum, lærlingum, gistandi og øðrum (millum annað av børnum, ið
fylt hava 18 ár, sum sjálvi eiga ella nýta radiomóttakara),
b) móttakarar í bilum og umborð á skipum og bátum,
c) móttakarar uppsettir í skúlum, sjúkrahúsum, aldursheimum og tílíkum,
d) móttakarar uppsettir í krambúðum, skrivstovum, hotellum, verkstøðum og
tílíkum.
II. Fyri lurtaratól, uppsett undan 1. apríl 1981 skal gjaldið verða goldið í seinasta lagi
1. juni 1981. Um goldið verður aftaná 1. juni 1981, verður at gjalda eykagjald kr.
10,-. Fyri móttakarar, uppsettir í tíðarskeiðinum 1. juli til 31. december, verður
at gjalda kr. 107,50.
III. Verður radiomóttakari seldur ella á annan hátt latin øðrum, skal boðast útvarp-
inum frá skrivliga beinanvegin og í seinasta lagi 10 dagar eftir, fyri at sleppa
undan at gjalda fyri næsta hálvár. Tann fyrri eigarin hevur skyldu at gjalda fyri
tað hálvár, hann letur radiomóttakaran í. Um radiomóttakari gerst ónýtiligur,
eigur at boðast útvarpinum frá skrivliga beinanvegin og í seinasta lagi 10 dagar
eftir fyri at sleppa undan at gjalda fyri næsta hálvár.
Tey, sum ikki gjalda rættstundis, koma samsvarandi lógina um útvarp undirsekt,
eins og gjaldið verður pantað.
Hetta verður gjørt kunnugt.
FØROYA LANDSSTÝRI, 30. apríl 1981.
T. Poulsen (sign.)
landsstýrismaður
/ J. Djurhuus (sign.)