Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1981, Blaðsíða 115
129
5) veiðuna, sum er veidd, áðrenn skipið kemur á landleiðina, flokkað eftir
fiskasløgum og nøgd,
6) skipið dagliga fyrrapartin sigur Fiskivinnustovuni frá, hvar tað er statt kl. 07.00
GMT, og at
7) skipið sigur Fiskivinnustovuni frá, tá tað fer av landleiðini og samstundis uppgevur
met yvir veiðunøgd, hvørt fiskaslagið sær.
§ 4. Einki skip má nýta skovlváð, trol, snurriváð ella líknandi net, ið verður drigið
gjøgnum sjógvin, sum í nøkrum parti hevur smærri meskar enn 135 mm, tá ið talan er
um bummull, hamp, polyamid ella polyester fibur; er talan um annað tilfar, ikki
smærri meskar enn 145 mm. Tað er ikki loyvt at snøra posan, tó er loyvt at knýta til
undirsíðuna á trolposanum (cod-endanum) fyri at minka um slit, tilfar, ið bert verður
fest framman og á síðurnar á posanum.
2. stk. Frá regluni í 1. stk. verður til 31. december 1981 gjørt tað undantakið, at loyvt
er at nýta skovlváð, trol ella líknandi net við meskum niður í 120 mm, tó skulu aftastu 8
m av trolinum v. m. ikki hava smærri meskar enn 135 mm. Eisini verður til 31.
december 1981 gjørt tað undantakið, sum ein roynd, at serloyvi kann gevast hægst 7
trolarum í beinleiðis veiðu eftir upsa at snøra trolposan við rundstroppum, soleiðis at
fráleikin millum hvønn rundstroppin er í minsta lagi 1 metur, at rundstropparnir eru
festir á trolposan uttan í 2 støðum í minsta lagi, at rundstropparnir eru úr sama tilfari
sum í posalínuni á trolposanum og at rundstropparnir mugu ikki vera styttri enn 50%
av ummáti trolposans, mált við strektum meski á tí staðnum, har rundstroppurin er
festur til trolposan.
3. stk. Fiskireiðskapur, ið ikki stendur hesi mát sambært 1. og 2. stk., skal vera fyri
seg sjálvan í serligum rúmi, ætlað til goymslu av hesum reiðskapi.
4. stk. Meskavíddin skal vera soleiðis, at tá ið meskurin verður strektur á vátum neti
diagonalt eftir longdini, skal flatt mátitól 2 mm tjúkt við tí ásetta mátinum lættliga
ganga gjøgnum meskarnar í netinum, jbr. starvsreglugerð um meskamáting.
§ 5. Tá skip koma inn á øki, har tey ikki hava loyvi at fiska, skal allur
fiskireiðskapur verða burturstúgvaður á sínum natúrliga staði og trolwirar útsjeklaðir.
§ 6. Fiskur, ið ikki stendur niðan fyri nevndu mát, máldur fremst úr høvdinum til
aftast á stertinum, er undirmátsfiskur. Loyvt er ikki at hava tílíkan fisk um borð á
nøkrum skipi, men skal hann verða sleptur út aftur beinanvegin.
cm
Toskur (Gadus morhua)
Flýsa (Melanogrammus seglefinus)
Kalvi (Hippoglassus vulgaris)
Reyðsprøka (Pleuronectus platessa)
Lálla (Clyptocephalus cynoglossus)
Tunga (Microstomus kitt)
Glaskvoysa (Lepdorhomus Whiff)
Hvítingur (Merlangus merlangus)
Sandsprøka (Limanda limanda)
Upsi (Pollachius virens)
34
31
45
25
28
25
25
23
15
35.
17 — Kunngerðasavn 1981