Føroya kunngerðasavn A og B - 29.12.1981, Blaðsíða 135
149
Nr. 76.
20. november.
Kunngerð
um
broyting av kunngerð um mjólkarstudning.
I kunngerð nr. 31 frá 13. mai 1981 um mjólkarstudning verða gjørdar hesar
broytingar:
1. 1) Søla um mjólkarvirki verður orðað soleiðis:
»Neytaeigari, ið selur nýmjólk til mjólkarvirki, fær studning eftir, hvussu góðskan
er á mjólkini.
Fyri l.-floks mjólk er studningurin 0,55 kr. fyri liturin,
fyri 2.-floks mjólk er studningurin 0,40 kr. fyri liturin,
fyri 3.-floks mjólk er studningurin 0,20 kr. fyri liturin,
fyri 4,-floks mjólk verður ongin studningur veittur.
Studningurin kemur afturat tí prísi, ið ein av landsstýrinum góðkend prísnevnd
ásetir. Prísnevndin ásetir eisini søluprísin frá mjólkarvirki.«
2. 2) Privat mjólkarsøla verður orðað soleiðis:
»Neytaeigarar, ið selja mjólk beinleiðis til brúkara, fáa 50 oyru í studningi fyri
liturin, tó bert um prísurin, brúkarin rindar, ikki er hægri enn søluprísurin til
mjólkarvirki.«
3. Ad 1) Søla til mjólkarvirki verður orðað soleiðis:
»a) 011 mjólk, sum verður latin til mjólkarvirkini, skal kannast við bakteriualing
fyri at finna samlaða talið av bakterium í mjólkini. Eftir úrslitinum av hesum
kanningum skal mjólkin skipast í góðskuflokkar soleiðis:
1. flokkur: færri enn 100 bakteriur pr. ml. av mjólk.
2. flokkur: 100.000- 500.000 bakteriur pr. ml. av mjólk.
3. flokkur: 500.000-2.000.000 bakteriur pr. ml. av mjólk.
4. flokkur: 2.000.000 og fleiri bakteriur pr. ml. av mjólk.
b) Góðskukanningarnar skulu gerast av Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. Mjólkar-
virkini skulu taka prøvar av mjólk frá hvørjum neytahaldi 2 ferðir um
mánaðin.
Ein prøvi skal takast í fyrra og ein í seinna helmingi av hvørjum mánaði.
Fyri hvørt einstakt neytahald skal prøvi verða tikin til kanningar beint eftir
vikuskifti við triðja hvørt kanningarumfar, tilvildarliga valgt.
c) Tøka, goyming og sending eins og kanning av prøvum av mjólk skal verða
framd eftir boðum, leiðbeining og forskriftum frá Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni.