Føroya kunngerðasavn A og B - 09.05.1992, Síða 1
Kunngerðablaðið A
1992 Hefti 16
Nr. 56 4. mai
KUNNGERÐ
um
hugvísindarligar útbúgvingar á Fróðskaparsetri Føroya
Við heimild í § 1, stk. 2 í løgtingslóg nr. 65 frá 21. mai 1987 um Fróðskaparsetur Føroya hevur landsstýrið
fyrisett:
Útbúgvingar.
§ 1. A Fróðskaparsetri Føroya, megindeildini fyri hugvísindi, verður skipað fyri hægri hugvísindaligum
útbúgvingum.
Stk. 2. Útbúgvingamar eru:
a) grundútbúgving (exam.art.) í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum, ið er 2 ára
útbúgving (4 lestrarhálvur) eftir lokið students- ella HF-prógv, ella við javnsettum kunnleikastøði,
b) kandidatútbúgving (cand.phil.) í norðurlendskum, serliga føroyskum máli og bókmentum, ið er 2 ára
útbúgving (4 lestrarhálvur) eftir lokna grundútbúgving ella við javnsettum kunnleikastøði,
c) grundútbúgving í gudfrøði, ið er 2 ára útbúgving (4 lestrarhálvur) eftir lokið students- ella HF-prógv
ella við javnsettum kunnleikastøði,
d) grundútbúgving (exam.art.) í søgu, ið er 2 ára útbúgving (4 lestrarhálvur) eftir lokið students- ella HF-
prógv ella við javnsettum kunnleikastøði,
e) B.A.-útbúgving í søgu og siðsøgu, ið er 1 árs útbúgving (2 lestrarhálvur) eftir lokna grundútbúgving í
søgu,
0 kandidatútbúgving (cand.phil.) í søgu og siðsøgu, ið er 1 árs útbúgving (2 lestrarhálvur) eftir lokna B.A.-
útbúgving í søgu og siðsøgu,
g) kandidatútbúgving (cand.mag.), sum er cand.phil.-útbúgving og harumframt onnur grundútbúgving
(exam.art.) ella onnur iestrargrein, ið ikki telur minni enn eitt ársverk.
Megindeildarráðið kann í serstøkum føri seta saman lestur av ymiskum lestrargreinum, ið saman geva
førleika at standa prógv til B.A.-, cand-phil.- ella cand.mag.-heitið.
Stk. 3. Eftir tilmæli frá deildarráð tekur megindeildarráðið avgerð um, hvørt fortreytimar fyri einari av
teimum útbúgvingunum, ið nevndar eru í stk. 2, eru til. Megindeildarráðið sendir rektaranum skrivliga
frágreiðing um hesar avgerðir.
Stk. 4. Avgerðir um útbúgvingamar, sum eru nevndar í stk. 2, ið ikki verða tiknar av setursráðnum ella
megindeildarráðnum, verða tiknar av awarðandi deildarráð.
Endamál.
§ 2. Grundútbúgvingamar smbrt. § 1, stk. 2, a), c) og d) hava til endamáls at geva teimum lesandi førleika til
at arbeiða sjálvstøðugt við hugvísindaligum evnum og at veita teimum lesandi fullgott gmndarlag undir
hægri framhaldslestri á Fróðskaparsetri Føroya ella á lærdum háskúlum aðrastaðni eftir galdandi reglum
ella seravtalum.
Stk. 2. B.A.-útbúgvingamar smbrt. § 1, stk. 2, e) og seinasta punktum hava til endamáls at geva teimum
lesandi førleika til at arbeiða sjálvstøðugt við hugvísindaligum evnum á hægri stigi.
Stk. 3. Kandidatútbúgvingamar smbrt. § 1, stk. 2, b), f) og g) og seinasta punktum hava til endamáls at geva
teimum lesandi førleika til at arbeiða vísindaliga við hugvísindaligum evnum á hægri stigi.
Innihald.
§ 3. Megindeildarráðið evnar til námsskipanir, ið lýsa tær einstøku lærugreinimar í hvøijum lestri sær.