Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 09.05.1992, Qupperneq 5

Føroya kunngerðasavn A og B - 09.05.1992, Qupperneq 5
449 Øki 2: Millum 90° rættvísandi úr Skoruni (62°10’42”N, 06°26’00”V) og 117° rættvísandi úr Borðuni (61°56’48”N, 06°37’30”V) frá 12 fjórðinga markinum inn at 6 fjórðingum úr landi í tíðarskeiðunum 1. mai 1992 til 31. mai 1992 og 1. juli 1992 til 1. august 1992, báðir dagar íroknaðir. Øki 3: Millum 90° rættvísandi úr Borðuni (61°56’48”N, 06°37’30”V) og 117° rættvísandi úr Skálhøvda (61°49’45”N, 06°37’30”V) frá 12 fjórðinga markinum inn at 5 fjórðingum úr landi í tíðarskeiðinum frá 1. juni 1992 til l.juli 1992, báðir dagar íroknaðir. Øki 4: Millum 230° rættvísandi úr Akrabergi, vitanum (61 °23’34”N, 06°40’03”V) og 230° rættvísandi úr Fløtunestanga (61°30’29”N, 06°53’30”V) frá 12 fjórðinga markinum inn at 8 fjórðingar úr landi og millum 230° rættvísandi úr Fløtunestanga (61°30’29”N, 06°53’30”V) og 230° rættvísandi úrØmanípuni (61 °38’48”N, 06°58’30”V) frá 12 fjórðinga markinum inn at 6 fjórðingar úr landi í tíðarskeiðinum 1. mai 1992 til 14. mai 1992, báðir dagar íroknaðir. Øki 5: Millum 240° rættvísandi úr Ømanípuni (61°38’48”N, 06°58’30”V) og 240° rættvísandi úr Høvda- sundi (61°54’40”N, 06°56’30”V) frá 12 Qórðinga markinum inn at eini linju drigin millum hesi støð: 1. 61°35’00”N, 07°11’20”V 2. 61°37’32”N, 07°15’10”V 3. 61°48’40”N, 07°12’15”V 4. 61°50’00”N, 07°13’10”V í tíðarskeiðinum 21. mai 1992 til 10. juni 1992 og 11. juli 1992 til 1. august 1992, báðir dagar íroknaðir. Øki 6: Vestanfyri Sandoynna innanfyri linjur drignar millum hesi støð: 1. 61°48’40”N, 07°12’15”V 2. 61°45’08”N, 07°21’25”V 3. 61°56’52”N, 07°37’15”V 4. 61°57’30”N, 07°35’45”V 5. 61°52’55”N, 07°16’10”V f tíðarskeiðunum 10. mai 1992 til 20. mai 1992 og 11. juni 1992 til 10. juli 1992, báðir dagar íroknaðir. Øki 7: Millum 360° rættvísandi úr Mýlingi (62° 18’ 11 ”N, 07°12’30”V) og 360° rættvísandi úr Kallinum (62°22’15”N, 06°48’20”V) innanfyri 9 fjórðingar úr grundlinjunum inn at 6 fjórðingar úr landi í tíðar- skeiðinum 10. mai 1992 til 20. mai 1992 og 15. juni 1992 til 1. juli 1992, báðir dagar íroknaðir. Øki 8: Millum 360° rættvísandi úr Rivtanga (62°20’20”N, 06°58’24”V) og 360° rættvísandi úr Norðbergi (62°21’16”N, 06°17’59”V) frá 12 fjórðinga markinum inn at 9 fjórðingum úr landi í tíðarskeiðunum 15. mai 1992 til 14.juni 1992 og l.juli 1992 til 15. juli 1992, báðir dagar íroknaðir. Øki 9: Millum 12 og 15 fjórðingar frá grundlinjunum millum 0° rættvísandi úr Ennibergi (62°23’49”N, 06°33’38”V) og 45° rættvísandi úr Bispinum (62°20’27”N, 06°15’00”V) í tíðarskeiðinum 1. mai 1992 til 15. juni 1992, báðir dagar íroknaðir. Reiðskapur: § 2. Tað er bert loyvt at nýta trol, sum ikki í nøkrum parti hevur meskar, sum fara niður um 120 mm. Stk. 2. Partroling er ikki loyvd. § 3. Ásett verður, at fyri alla veiðitíðina má prosentið av rundum fiski, sum er toskur og hýsa, ikki fara upp um 40%. Eisini verður ásett, at skip bert mugu landa veiðuna í Føroyum. § 4. Einki felag/bátar, sum ikki hevur rikið troling innanfyri 12 fjórðingar í 1991, fær fiskiloyvi til henda fiskiskap í 1992. § 5. Landsstýrinum verður heimilað eftir umsókn at veita upp til 6 bátum, sum høvdu loyvi til troling innanfyri 12 fjórðingar í 1991, umleggingarstuðul til snelluveiðu treytað av, at hesir ikki taka lut í trolingini innanfyri 12 fjórðingar í 1992 og frameftir. Stk. 2. Umleggingarstuðulin verður endurrindaður av felagsjáttanini til fiskivinnuna. § 6. Troling á ikki loyvdari leið ella brot á hesa kunngerð ella galdandi trolreglur, jbr. kunngerð nr. 52 frá 26. apríl 1990 um fiskiskapin á landleiðini, kemur undir bót, og haraftrat kann allur reiðskapur, so sum net, lemmar, wirar v.m. og fongur koma undir konfiskatión. Skipið kann eisini heftast til rindingar av bót og kostnað. Brot á hesa kunngerð hevur við sær, at trolloyvið sambært hesi kunngerð beinanvegin verður tikið aftur, um brot verður staðfest. § 7. Henda kunngerð fær gildi frá 1. mai 1992. Føroya Landsstýri, 6. mai 1992. John Petersen (sign.) landsstýrismaður / Kjartan Hoydal (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.