Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 09.05.1992, Page 7

Føroya kunngerðasavn A og B - 09.05.1992, Page 7
451 Nr. 60 7. mai KUNNGERÐ um skeinkingarloyvi. Við heimild í § 13 í løgtingslóg nr. 20 frá 10. mars 1992 um innflutning og sølu av rúsdrekka hevur landsstýrið fyrisett: § 1. Loyvisnevndin kann eftir umsókn veita persónum, partafeløgum, lutafeløgum ella tflíkum, feløgum, ið reka hotel- og restauratiónsvirksemi, og skipum í sigling loyvi at skeinkja gestunum rúsdrekka. Loyvis- nevndin skal tryggja sær, at loyvishavarar hava neyðugan kunnleika til hesa serligu vinnu. § 2. Við umsóknum, ið skulu skrivast á serstakt oyðublað, skulu m.a. fylgja upplýsingar um aldur, heima- rætt, bústað, handilsligan førleika, fíggjarviðurskifti, hvar fýritøkan skal liggja og frágreiðing um hølini. § 3. Loyvisnevndin avger, aftaná eina samlaða meting av umstøðunum í hvøijum einstøkum føri, um loyvi kann verða veitt ella ikki. § 4. Áðrenn skeinkingarloyvi verður givið, skal ummæli verða fingið til vega frá kommunalu myndugleik- unum á staðnum. Stk. 2. Áðrenn endaligt loyvi verður givið, skulu hølisviðurskiftini og aðrar umstøður lúka tær treytir, ið m.a. ásettar eru í byggilóggávuni, brunalóggávuni, heilsulóggávuni, matvørulóggávuni og politiviðtøku- num. Stk. 3.1 loyvinum kunnu ásetast slíkar treytir, sum loyvisnevndin í hvøijum einstøkum føri metir neyðugar til at fremja samfelagslig, fráhaldslig og onnur sjónarmið. Stk. 4. Hevur ein persónur ella eitt felag fingið loyvi, og skal loyvishavarin ikki sjálvur leiða fyritøkuna, skal navnið á tí persóni, sum eftir § 12, stk. 3, í lógini hevur ábyrgdina av dagliga rakstrinum, verða tilskilað í loyvinum. Stk. 5. Um fyritøkan skiftir eigara, skal søkjast um nýtt skeinkingarloyvi. Meðan umsóknin verður við- gjørd, er gamla loyvið galdandi. § 5. Fyri skeinkingarloyvi verður gjald latið, sum fer í landskassan. Stk. 2. Fyri skeinkingarloyvi til øll sløg av rúsdrekka er gjaldið kr. 10.000,-. Fyri skeinkingarloyvi einans til øl og borðvín er gjaldið kr. 5.000,-. Sama gjald verður goldið, tá loyvi verða longd. § 6. í skeinkingarloyvinum skal í hvøijum einstøkum føri verða tilskilað, hvøiji sløg av rúsdrekka loyvið fevnir um, og hvøijar tíðir loyvt er at skeinkja gestum rúsdrekka. § 7. Loyvishavari hevur skyldu til at ansa eftir, at rúsdrekka ikki verður latið út úr húsunum, og at rúsdrekka bara verður flýggjað gestunum í fløtum at drekka úr á staðnum. § 8. Rúsdrekka til einstaklingar kann ikki verða latið uppá borg. § 9. Brot á reglumar í hesi kunngerð og á treytir í loyvinum við heimild í hesi kunngerð verða revsað eftir § 22, stk. 3, í lógini. § 10. Henda kunngerð kemur í gildi 1. juni 1992. Føroya Landsstýri, 7. mai 1992 Marita Petersen (sign.) landsstýriskona / J. Hilduberg (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.