Føroya kunngerðasavn A og B - 28.02.1996, Blaðsíða 1
UMPRENT
37
Kunngerðablaðið A
1996 Hefti 3
ISSN 0907-905X
Nr. 4
Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og
kunnger løgmaður hesa løgtingslóg:
§L
í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll
við seinni broytingum verða gjørdar hesar broyting-
ar:
1) f § 5 verður “á Føroya Tollstovu” broytt til “frá
Toll- og Skattstovu Føroya”.
2) § 6, stk. 1, litra b, síðsta punktum verður orðað
soleiðis:
“Landsstýrið kann við kunngerð áseta nærri
reglur um, hvørjir lutir eru flytigóðs, treytir fyri
innflutningi og úr hvørjum londum hesir lutir
kunnu innflytast.”
3) í § 6, stk. 1, litra g verða orðini “Ortopediskir
lutir” strikað.
4) í § 12, stk. 3 verða orðini “fríhavnir og” strikað.
5) § 14 verður orðað soleiðis:
“Virki, ið sambært §§ 125 og 126 í løgtingslóg
nr. 86 frá 1. september 1993 um landsskatt og
kommunuskatt eru skrásett í arbeiðsgevara-
skránni, hava skyldu til at nýta skrásetingartalið
í vinnuskránni í einum og hvøijum samskifti við
Toll- og Skattstovu Føroya.
Stk. 2. Toll- og Skattstovan tillutar virkjum, ið
ikki hava eitt skrásetingartal smb. 1. stk., og
sum innflyta vørur vinnuligt, eitt skrásetingartal.
Talið skal nýtast í einum og hvørjum samskifti
við Toll- og Skattstovuna.
Stk. 3. Sum vinnuligur innflutningur er at skilja
innflutningur við vinnuligum endamáli.
Stk. 4. Hevur virkið smb. 1. ella 2. stk. fleiri
skrásetingartøl, kann Toll- og Skattstovan tilluta
virkinum eitt høvuðstal.”
6) § 15 verður strikað.
7) § 19 verður orðað soleiðis:
13. februar
“Landsstýrið setir eina kærunevnd við 3 limum,
ið hava ein fjølbroyttan kunnleika til fyrisiting
og vinnulívsviðurskifti.
Stk. 2. Minst ein av limunum í nevndini skal
vera løgfrøðingur og ikki hava sítt dagliga yrki
hjá tí almenna, og verður hesin, ella eru teir
fleiri, ein av hesum, formaður í nevndini.
Stk. 3. Nevndin verður vald fyri 4 ár í senn.
Stk. 4. Tann, ið hevur kært avgerð hjá Toll- og
Skattstovuni, kann eftir áheitan føra síni sjónar-
mið munnliga fram. í slíkum førum skal umboð
fyri Toll- og Skattstovuna eisini hava henda
møguleika.
Stk. 5. Nevndin tekur sínar avgerðir við vanlig-
um meiriluta. Allar atkvøður telja eins. f førum,
tá ið eingin av limunum eru samdir, er avgerð
formansins avgerandi.
Stk. 6. Landsstýrinum verður heimilað at áseta
nærri reglur um samsýning og arbeiðið hjá
nevndini.
8) f § 25 verður “Føroya Tollstova” broytt til “Toll-
og Skattstovan”.
9) I § 28, stk. 3 verða orðini “lendingarpláss v.m.”
broytt til “farm v.m.”
10) § 28, stk. 6 verður orðað soleiðis:
“Tá ið sett verður á stovn ferðafólkarutu sam-
band millum tolløkið og støð uttanlands, kann
tollvaldið krevja, at tað uttan kostnað fyri toll-
valdið, eru hølir við neyðugari útgerð v.m. til
taks hjá tollvaldinum at gera ferðafólkaeftirlit í.”
11) § 28, stk. 6 verður § 28, stk. 7.
§2.
Henda lóg fær gildi tann 1. januar 1996, og sam-
stundis fer úr gildi higartil galdandi danski lógar-
teksturin í løgtingslóg nr. 121 frá 23. december 1991
um toll.
Løgtingslóg
um
broyting í løgtingslóg um toll.
Tórshavn, 13. februar 1996.
Edmund Joensen (sign.)
løgmaður
/ Andreas Petersen (sign.)