Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 28.02.1996, Page 1

Føroya kunngerðasavn A og B - 28.02.1996, Page 1
UMPRENT 37 Kunngerðablaðið A 1996 Hefti 3 ISSN 0907-905X Nr. 4 Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: §L í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll við seinni broytingum verða gjørdar hesar broyting- ar: 1) f § 5 verður “á Føroya Tollstovu” broytt til “frá Toll- og Skattstovu Føroya”. 2) § 6, stk. 1, litra b, síðsta punktum verður orðað soleiðis: “Landsstýrið kann við kunngerð áseta nærri reglur um, hvørjir lutir eru flytigóðs, treytir fyri innflutningi og úr hvørjum londum hesir lutir kunnu innflytast.” 3) í § 6, stk. 1, litra g verða orðini “Ortopediskir lutir” strikað. 4) í § 12, stk. 3 verða orðini “fríhavnir og” strikað. 5) § 14 verður orðað soleiðis: “Virki, ið sambært §§ 125 og 126 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1993 um landsskatt og kommunuskatt eru skrásett í arbeiðsgevara- skránni, hava skyldu til at nýta skrásetingartalið í vinnuskránni í einum og hvøijum samskifti við Toll- og Skattstovu Føroya. Stk. 2. Toll- og Skattstovan tillutar virkjum, ið ikki hava eitt skrásetingartal smb. 1. stk., og sum innflyta vørur vinnuligt, eitt skrásetingartal. Talið skal nýtast í einum og hvørjum samskifti við Toll- og Skattstovuna. Stk. 3. Sum vinnuligur innflutningur er at skilja innflutningur við vinnuligum endamáli. Stk. 4. Hevur virkið smb. 1. ella 2. stk. fleiri skrásetingartøl, kann Toll- og Skattstovan tilluta virkinum eitt høvuðstal.” 6) § 15 verður strikað. 7) § 19 verður orðað soleiðis: 13. februar “Landsstýrið setir eina kærunevnd við 3 limum, ið hava ein fjølbroyttan kunnleika til fyrisiting og vinnulívsviðurskifti. Stk. 2. Minst ein av limunum í nevndini skal vera løgfrøðingur og ikki hava sítt dagliga yrki hjá tí almenna, og verður hesin, ella eru teir fleiri, ein av hesum, formaður í nevndini. Stk. 3. Nevndin verður vald fyri 4 ár í senn. Stk. 4. Tann, ið hevur kært avgerð hjá Toll- og Skattstovuni, kann eftir áheitan føra síni sjónar- mið munnliga fram. í slíkum førum skal umboð fyri Toll- og Skattstovuna eisini hava henda møguleika. Stk. 5. Nevndin tekur sínar avgerðir við vanlig- um meiriluta. Allar atkvøður telja eins. f førum, tá ið eingin av limunum eru samdir, er avgerð formansins avgerandi. Stk. 6. Landsstýrinum verður heimilað at áseta nærri reglur um samsýning og arbeiðið hjá nevndini. 8) f § 25 verður “Føroya Tollstova” broytt til “Toll- og Skattstovan”. 9) I § 28, stk. 3 verða orðini “lendingarpláss v.m.” broytt til “farm v.m.” 10) § 28, stk. 6 verður orðað soleiðis: “Tá ið sett verður á stovn ferðafólkarutu sam- band millum tolløkið og støð uttanlands, kann tollvaldið krevja, at tað uttan kostnað fyri toll- valdið, eru hølir við neyðugari útgerð v.m. til taks hjá tollvaldinum at gera ferðafólkaeftirlit í.” 11) § 28, stk. 6 verður § 28, stk. 7. §2. Henda lóg fær gildi tann 1. januar 1996, og sam- stundis fer úr gildi higartil galdandi danski lógar- teksturin í løgtingslóg nr. 121 frá 23. december 1991 um toll. Løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um toll. Tórshavn, 13. februar 1996. Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Andreas Petersen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direct Links

If you want to link to this newspaper/magazine, please use these links:

Link to this newspaper/magazine: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link to this issue:

Link to this page:

Link to this article:

Please do not link directly to images or PDFs on Timarit.is as such URLs may change without warning. Please use the URLs provided above for linking to the website.