Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 28.02.1996, Blaðsíða 2

Føroya kunngerðasavn A og B - 28.02.1996, Blaðsíða 2
38 Nr. 5 13. februar Løgtingslóg um brovting i løgtingslóg um avgjald á framleiðslu og innflutningi Samsvarandi samtykt Føroya Løgtings staðfestir og kunnger løgmaður hesa løgtingslóg: S1 í løgtingslóg nr. 120 ffá 23. desember 1991 um av- gjald á framleiðslu og innflutningi verða í frum- skjølunum, ið nevnd eru í §§ 2 og 4 í lógini, gjørdar hesar broytingar: 1) f frumskjali 1 til vøruskránna ganga hesir TS- vøruflokkar út: “2205.10.00-2206.00.00, avgjald Tórshavn, 13. 41 kr. pr. ltr., og 8421.12.00, avgjald 20%”. I staðin verður sett: “2205.10.00-2205.90.00, av- gjald 41 kr. pr. ltr., 2206.00.90, avgjald 24 kr. pr. ltr., og 8421.12.10, avgjald 20%.” §2 Henda lóg fær gildi 15. februar 1996 og samstundis verður danski teksturin í løgtingslóg nr. 120 frá 23. desember 1991 um avgjald á framleiðslu og inn- flutningi settur úr gildi. februar 1996. Edmund Joensen (sign.) løgmaður / Andreas Petersen (sign.) Nr. 6 15. februar KUNNGERÐ um ásetan av afturberingarprosentinum til reiðaravirkir, sum hava skip, ið eru skrásett í Føroya Altjóða Skipaskránni FAS. Við heimild í § 63 a, stk. 3 í løgtingslóg nr. 86 frá 1. september 1983 um landsskatt og kommunuskatt við seinni broytingum hevur landsstýrið fyrisett: § 1. Reiðaravirkir, sum lúka treytimar í § 63 a í samtíðarskattalógini, og sum rinda persónum skatt- skyldugum í Føroyum løn, samsýning v.m. fyri tæn- astu umborð á skipum, ið eru skrásett í FAS, fáa aft- urborið ein part av útgoldnu lønunum, samsýning- unum v.m. Stk. 2. Reglumar um afturbering em eisini galdandi fyri tænastur umborð á skipi, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 2. pkt. í samtíðarskattalógini verða javnmett við skip, ið em skrásett við heimstaði í Føroyum, og sum, um tey vóm føroysk, lúka treytimar í § 1, stk. 1 í løgtingslóg um Føroyska Altjóða Skipaskrá. Reglumar um afturbering er tó ikki galdandi fyri tænastu útint á skipi, sum eftir § 2, stk. 1, litra j, 3. pkt. ikki verða mett, sum skip við heimstaði í Føroy- um. Stk. 3. Landsstýrið hevur ásett afturberingarprosent- ið til at verða 28% árliga. § 2. Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og er galdandi frá 1. januar 1995. Føroya Landsstýri, 15. febmar 1996 Jóannes Eidesgaard (sign.) landsstýrismaður / Kári Petersen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.