Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 28.02.1996, Blaðsíða 3

Føroya kunngerðasavn A og B - 28.02.1996, Blaðsíða 3
39 Nr. 7 15. februar KUNNGERÐ um reglur um treytir fyri veiðuloyvi A til fult riknar útróðrarbátar undir 20 BRT. Við heimild í § 8 í løgtingslóg nr. 140 ífá 25. mai 1993 um stuðul til útróðrarflotan undir 20 BRT hev- ur Føroya Landsstýri saman við løgtingsins fiski- vinnunevnd fyrisett: § 1. Veiðuloyvi A til útróðrarbát undir 20 BRT rokn- aður sum fult rikin útróðrarbátur verður útskrivað eftir umsókn á serligum umsóknarskjali, ið skjal- prógvar, at viðkomandi eigari hevur útróður sum høvuðsvinnu. § 2. Sum fult rikin útróðrarbátur verður roknaður bátur sum árið fyri hevur avreitt fyri minst kr. 84.000,-, ella sum í seinasta hálvári hevur avreitt fyri minst kr. 42.000,-, sild, makrelur, brislingur og høgguslokkur undantikið. Stk. 2. Hálvár í hesi kunngerð eru tíðarskeiðini 1. januar til 30. juni og 1. juli til 31. desember. § 3. Inntøkan hjá eigaranum, sum ikki stavar frá út- róðri árið fyri, kann í mesta lagi verða kr. 50.000,- ella inntøkan hjá eigaranum, sum ikki stavar frá út- róðri seinasta hálvárið, í mesta lagi er kr. 25.000,- § 4. Rógva eigari/eigarar ikki við viðkomandi út- róðrarfari, kann stuðul verða goldin útróðrarfarin- um, um fastur útróðrarformaður lýkur treytimar í § 2. § 5. Sum inntøka verða roknaðar allar inntøkur og veitingar, undantikið rentur av peningi innistandandi í føroyskum peningastovnum, ella tá talan er um veitingar í samband við sjúku ella skaða hjá persóni, sum annars hevur útróður sum høvuðsvinnu. § 6. Landsstýrið kann tó í serligum fømm, t.d tá tal- an er um borgarligt umboð ella annað álitisstarv hjá persóni, sum annars hevur útróður sum høvuðs- vinnu, eftir umsókn gera undantak frá ásetingunum í §2. § 7. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. Samstundis fer úr gildi kunngerð nr. 170 ffá 21. september 1993. FØROYA LANDSSTÝRI, 15. februar 1996 Ivan Johannesen (sign.) landsstýrismaður / Kaj R Mortensen (sign.) Nr. 8 5. febmar KUNNGERÐ um broyting í kunngerð um gjøld fyri sýn av motorakførum, nummarspjøldrum, førararoyndir v.m. §1. f kunngerð nr. 185 frá 18. desember 1992 verða gjørdar hesar broytingar: 1) í § 4 verður: “Leys: motorvognum motorsúkkla broytt til: “motorakfør 50,00 dagin” 2) Sum nýtt ískoyti til § 5 verður sett: “Ynskinummarspjøldur 6.000,00” 50,00 samd. § 2. 30,00 samd.” Henda kunngerð kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd. FØROYA LANDSSTÝRI, 15. febmar 1996 Axel H. Nolsøe (sign.) landsstýrismaður / Jóannes Madsen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.