Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 28.02.1996, Blaðsíða 6

Føroya kunngerðasavn A og B - 28.02.1996, Blaðsíða 6
42 Nr. 11 16. februar KUNNGERÐ um telefongjøld v.m. fyri samband til intemet-kervið. Við heimild í § 1 í løgtingslóg nr. 28 frá 22. mai 1969 um áseting av telefongjøldum v.m. hevur landsstýri fyrisett: I. Uppringt samband til internet-kervið um tele- fonnetið í og úr Føroyum. Gerandisdagar ffá kl. 08.00 til kl. 18.00 0,50 kr./min. Á kvøldið og á nátt kl. 18.00 til kl. 08.00 og sunnudagar 0,25 kr./min. II. Fast samband til intemet-kervið. § 1. Uppringt samband til intemet-kervið fæst um fasta telefonnetið og NMT-netið í Føroyum. § 2. Fyri intemet-felag, ið við einum loyniorði og eini intemet postadressu gevur atgongd til uppringt samband til intemet-kervið, em gjøldini íroknað MVG hesi: Stovningargjald kr. 500,00. Ársfjórðingsgjald kr. 450,00. § 3. Fyri nýtslu av intemet-kervinum er eindargjald- ið íroknað MVG: § 4. Fyri fast samband til intemet-kervið er gjaldið ásett eftir talið av vertum (teldum) á lokalnetinum. Hammframt verður goldið fyri leigu av linjum v.m. og fyri útbúnað. Stk. 2. Útbúnaður, ið ikki er umfataður av linju- kostnaðinum smb. kunngerð um telefongjøld fyri leigu av linjum v.m., verður seldur fyri marknaðar- prís. Útbúnaður á linjuendanum hjá telefonverkinum kann bert keypast frá, og setast upp av telefonver- kinum. Stk. 3. Gjaldið fyri fast samband til intemet-kervið er íroknað MVG: Tal av vertum Stovningargjald Ársfjórðingsgjald 0- 14 8.000,- kr. 2.000,- 15- 30 8.000,- kr. 4.000,- 31- 62 8.000,- kr. 7.000,- 63-126 8.000,- kr. 10.000,- III. ígildisreglur § 5. Ásetingamar í hesi kunngerð koma í gildi 29. februar 1996. FØROYA LANDSSTÝRI, 16. febmar 1996 Axel H. Nolsøe (sign.) landsstýrismaður / Jóannes Madsen (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.