Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 18.03.1996, Blaðsíða 8

Føroya kunngerðasavn A og B - 18.03.1996, Blaðsíða 8
12 Kapittul 8 Inngjalding av ábyrgdarpørtum v.m. § 34. Eitt sínámillum tryggingarfelag, kann ikki mó- ti viðurlag ogna sær egnar ábyrgdarpartar, sum ogn ella veð. Stk. 2. Dótturfeløgini hjá einum sínámillum tryggingarfelag kunnu ikki móti viðurlag, sum ogn ella veð, ogna sær ábyrgdarpartar í móðurfelagnum. § 35. í sínámillum tryggingarfeløgum skulu ábyrgd- arpartamir førast í eina bók. Stk. 2. Abyrgdarpartamir skulu skrivast upp í bókina við upplýsing um navn, starv og bústað á- byrgdarans. Stk. 3. Felagið skai geva ábyrgdarpartinum átekn- ing um bókingina. Kapittul 9 Leiðslan í tryggingarfeløgum § 36. í lívs- og eftirlønartryggingarpartafeløgum, til- nevnir Føroya Landsstýri ein lim í nevndina. § 37. Nevndin og stjómin hava skyldu til at seta pen- ing felagsins á ein hóskandi og fyri tryggingartak- aramar vinnandi hátt soleiðis, at felagið altíð kann lúka sínar skyldur. § 38. Stjómin skal syrgja fyri, at felagið hevur nóg stóran sakkunnleika til útrokning av tryggingarlig- um burturleggingum. Stk. 2. Hevur felagið loyvi til at reka lívstrygg- ingarvirksemi, skal tað, til tess at røkja tær neyðugu tryggingartøkniligu uppgávumar hemppií útrokn- ingar og kanningar. verða settur í starv ein ábyrgdar- havandi tryggingarfrøðingur, ið Eftirlitið hevur góð- kent. Stk. 3. Søkir eitt felag Eftirlitið um góðkenning av einum nýggjum ábyrgdarhavandi tryggingarfrøð- ingi, skal umsóknin hava grundgeving fyri orsøkini til skiftið. Stk. 4. Tann ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðing- urin skal ansa eftir, at felagið heldur sítt tekniska grundarlag, v.m. Tann tryggingarkøni skal í hesum sambandi ganga ígjøgnum tað tryggingarliga inni- haldið í virksemi felagsins og annað tilfar, hemppií marknaðarføringartilfar og ábótarforsagnir, og ansa eftir, at tað tøkniliga gmndarlagið v.m. jbr. § 19, al- tíð er í samsvari við tey í § 20, stk. 1-5, nevndu krøv. Stk. 5. Ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingur, skal beinanvegin boða Eftirlitinum frá einumhvørj- um broti á tey í stk. 4 nevndu viðurskifti. Trygg- ingarfrøðingurin hevur rætt til at krevja allar upp- lýsingar frá stjómini, sum em neyðugar til innan av starvinum. Eftirlitið kann krevja tær upplýsingar frá tryggingarfrøðinginum, sum em neyðugar til met- ingar av fíggjarligu støðu felagsins. Stk. 6. Ábyrgdarhavandi tryggingarfrøðingur skal senda Eftirlitinum árliga frágreiðing. Stk. 7. Eftirlitið skal áseta nærri reglur um tey í stk. 2-6 nevndu viðurskifti. § 39. Stjórar í tryggingarfeløgum kunnu ikki fyri rokning handla ella vera við í handlum til peninga- gróðurs. Stk. 2. Stjórar í tryggingarfeløgum kunnu ikki utt- an loyvi frá nevndini eiga ella reka sjálvstøðugt vinnuvirki ella sum nevndarlimir, starvsfólk ella á annan hátt taka lut í leiðsluni ella rakstrinum í einum øðmm vinnuvirki enn viðkomandi felag ella feløg- um innan somu samtøku. Teir kunnu tó eiga fasta ogn, og reka og taka lut í fyrisitingini av fastari ogn. § 40. Nevndin velur sjálv sín formann, um ikki ann- að er ásett í viðtøkunum. Standa atkvøðumar á jøvn- um verður valið avgjørt við lutakasti. Formaðurin í nevndini kann ikki samstundis vera limur í stjómini ella starvsfólk í felagnum. Meirilutin av limunum í nevndini skulu vera persónar, ið ikki em stjórar ella starvsfólk í felagnum. Stk. 2. Formaðurin skal síggja til, at nevndin hev- ur fund, tá hetta er neyðugt, og skal ansa eftir, at allir limir fáa fundarboð. Ein og hvør limur í nevndini, ein stjóri, ein valdur grannskoðari ella tann ábyrgd- arhavandi tryggingarfrøðingurin kann krevja, at nevndin verður kallað saman. Ein stjóri, ein valdur grannskoðari og tann ábyrgdarhavandi tryggingar- frøðingurin hevur rætt til at vera til staðar og siga sína áskoðan tá nevndarfundur er, um ikki nevndin í tí einstaka málinum tekur eina aðra avgerð. Stk. 3. Um nevndarfundimar skal førast gerða- bók, ið verður undirskrivað av øllum limunum, sum em til staðar. Ein nevndarlimur, ein stjóri, ábyrgd- arhavandi tryggingarfrøðingur ella ein grannskoðari, ið ikki er samdur í avgerð nevndarinnar, hevur rætt til at fáa sína áskoðan førda í gerðabókina. Stk. 4. Reglumar í stk. 1-3 verða at nýta samsvar- andi á umboðsráðið. § 41. Ein stjóri kann ikki uttan nevndarinnar góð- kenning gera sáttmála millum felagið og hann sjál- van ella sáttmála millum felagið og triðjamann, í hvørjum hann hevur stór áhugamál, ið kunnu stríða móti felagsins. § 42. Limir í nevnd og stjóm umboða felagið úteftir. Stk. 2. Felagið verður bundið av rættargerðum, sum øll nevndin ella limir í nevndini ella stjómini gera felagsins vegna, jbr. tó stk. 3. Stk. 3. Tann tekningarrættur, sum limir í nevndini ella stjómini hava sambært stk. 2, kann einans verða framdur av 2 í felag. Hesin tekningarrættur kann í viðtøkunum verða enn meira avmarkaður soleiðis, at tekningarrætturin einans kann verða framdur av 2 ella fleiri ávísum persónum í felag ella av fleiri enn 2 í felag. Aðrar avmarkingar í tekningarrættinum kunnu ikki verða skrásettar.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.