Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 18.03.1996, Blaðsíða 10

Føroya kunngerðasavn A og B - 18.03.1996, Blaðsíða 10
14 skapurin og grannskoðannarfrágreiðingin - og í móðurfeløgum eisini samtøkuroknskapurin - leggj- ast fram á skrivstovu felagsins til skoðanar hjá lim- um og ábyrgdarum. § 52. í málum, ið ikki eru á dagsskránni, kann aða- lfundurin einans taka avgerð, um øll, ið hava at- kvøðurætt, taka undir við hesum. Tó kann regluligi aðalfundurin altíð taka avgerð i málum, sum sam- bært viðtøkunum skulu viðgerast á einum tílíkum aðalfundi, eins og avgjørt kann verða, at boða til eykaaðalfundar fyri at viðgera eitt ávíst evni. § 53. Ein fundarstjóri leiðir aðalfundin, ið, um ikki viðtøkumar áseta annað, verður valdur av aðalfund- inum. Stk. 2. Um viðgerðirnar á aðalfundinum skal verða førd gerðabók, ið fundarstjórin undirskrivar. Stk. 3. I seinasta lagi 14 dagar eftir aðalfundin skal aðalfundargerðabókin ella ein váttað úrskrift úr henni verða atkomuiig fyri limir og ábyrgdarar á skrivstovu felagsins. § 54. Nevndin og stjómin skulu, tá ein limur ella ein ábyrgdari krevur tað og uttan mun til, um hesir ikki hava atkvøðurætt, ella eitt umboðsfólk krevur tað, og tað eftir meting nevndarinnar kann verða gjørt uttan týðandi skaða fyri felagið, á aðalfundinum veita tær upplýsingar, sum felagið ræður y vir, um øll viðurskifti, sum hava týdning fyri metingina av árs- roknskapinum og støðu felagsins annars ella fyri spumingar, sum avgerð skal verða tikin um á aðal- fundinum. Upplýsingarskyldan er eisini galdandi um viðurskiftini til onnur feløg í somu samtøku. Stk. 2. Um svarið krevur upplýsingar, sum ikki em atkomandi á áðalfundinum, skulu upplýsingar- nar innan 14 dagar eftir hetta skrivliga leggjast fram í felagnum fyri limir, ábyrgdarar, og umboðsfólk, eins og tær skulu sendast limum, ábyrgdamm ella umboðsfólki, sum hava biðið um tað. § 55. A aðalfundi verða øll mál avgjørd við vanlig- um meiriluta um ikki henda lóg ella viðtøkumar á- seta annað. Standa atkvøðumar á jøvnum, skal val verða avgjørt við lutakasti, um ikki annað er ásett í viðtøkunum. § 56. Avgerð um broyting í viðtøkunum verður tikin á aðalfundinum, jbr. tó § 26, jbr. § 38 í partafelags- lógini. Avgerðin er bert gyldug, um í minsta lagi tveir triðingar av teimum greiddu atkvøðunum, taka undir við henni. Avgerðin skal í aðramáta lúka tær treytir, sum munnu vera ásettar í viðtøkunum. Stk. 2. Stórar broytingar í endamálinum hjá ein- um felag, kunnu, um ikki annað er ásett í viðtøk- unum, einans verða samtyktar, tá tríggir fjórðingar av ábyrgdamnum og tríggir fjórðingar av limunum ella, um aðalfundurin er samansettur av umboðs- fólki, trimum fjórðingum av teimum tekur undir við teimum. Fráboðan til ábyrgdarar um tílíkar broyt- ingar skal verða givin innan 8 dagar eftir avgerðina á aðalfundinum. Abyrgdarar, sum em ímóti tflíkum broytingum, kunnu, tá teir innan 1 mánað eftir aðal- fundin seta fram áheitan um hetta, krevja, at hinir ábyrgdaramir skulu yvirtaka teirra ábyrgdarpartar. § 57. Rættarmál vegna eina aðalfundarsamtykt, sum ikki er tikin á lógligan hátt ella sum stríðir ímóti hesi lóg ella viðtøkum felagsins, kann ein sum hevur at- kvøðurætt, ein limur í nevndini ella ein stjóri byrja. Stk. 2. Málið skal vera lagt fyri rættin innan 3 mánaðir eftir avgerðina. Annars verður avgerðin mett gildug. Stk. 3. Asetingamar í stk. 2 em ikki galdandi: 1) tá avgerðin ikki lógliga kundi verið tikin hóast øll, sum høvdu atkvøðurætt, tóku undir við henni, 2) tá tað sambært viðtøkum felagsins er neyðugt, at allir ella ávísir limir, ábyrgdarar ella onnur, sum hava atkvøðurætt, taka undir við avgerðini, og hetta ikki er gjørt, 3) tá aðalfundarboð ikki em givin ella tær fyri fel- agið galdandi reglur fyri fundarfráboðan í stóran mun ikki em hildnar, 4) tá persónur, ið hevur lagt mál fyri rættin aftaná ta í stk. 2 ásettu freist, men tó innan 2 ár eftir av- gerðina, hevur havt rímiliga orsøk til seinkanina og rætturin tessvegna og við atliti til umstøðumar ann- ars metir, at um stk. 2 verður nýtt, hevði hetta verið eyðsýnt óhóskandi. Stk. 4. Metir rætturin, at aðalfundaravgerðin kemur undir ásetingina í stk. 1, skal hon við dómi verða ógildað ella broytt. Aðalfundaravgerðin kann tó einans verða broytt um krav verður sett fram um hetta, og rætturin er fømr fyri at gera av, hvat inni- hald avgerðin av røttum skuldi havt. Rættarinnar av- gerð hevur gildi mótvegis øllum limum og ábyrgd- amm. Kapittul 11 Arsroknskapur og samtøkuroknskapur v.m. § 58. Fyri hvørt roknskaparár gera nevndin og stjómin í samsvari við lógarinnar og viðtøkunnar reglur ein ársroknskap, sum hevur fíggjarjavna (fíggjarstøðu), úrslitauppgerð, viðmerkingar og fimmárayvirlit. Eisini verður gjørd ársfrágreiðing og í móðurfeløgum ein samtøkuroknskapur. Hesir part- ar em eina heild. Stk. 2. Arsroknskapur og ársfrágreiðing og ein møguligur samtøkuroknskapur verður undirskrivað- ur av stjómini og nevndini. Um ein stjóri ella ein nevndarlimur metir, at ársroknskapurin ella ársfrá- greiðingin ikki eigur at verða góðkend, ella hevur hann aðrar atfmningar móti hesum ella í einum móð- urfelag móti samtøkuroknskapinum, sum hann ynskir at gera aðalfundin kunnugan við, skal hann greiða frá hesum í sínari átekning.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.