Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 18.03.1996, Blaðsíða 11

Føroya kunngerðasavn A og B - 18.03.1996, Blaðsíða 11
15 § 59. Roknskapurin skal fevna um 12 mánaðir. Tó kann fyrsta roknskaparskeiðið hjá einum felag fevna um eitt styttri ella longri tíðarskeið, tó í mesta lagi 18 mánaðir. Seinri umskipan av roknskaparárinum kann verða gjørd, tá serstakar umstøður tala fyri tí. Umskipanartíðarskeiðið skal tá fevna um eitt styttri tíðarskeið enn tólv mánaðir. Umskipanin skal verða nevnd í viðmerkingunum við hóskandi grundgeving. Stk. 2. Fyritøkur, sum hoyra til somu samtøku, skulu hava sama roknskaparár, um ikki serstakar umstøður tala fyri øðrum. Um tað er neyðugt, tá ein samtøka verður gjørd, at umskipa roknskaparárið hjá einum dótturfelag ella einum móðurfelag, kann umskipanin hóast stk. 1, pkt 4. fevna um í mesta lagi 18 mánaðir. § 60. Ársroknskapurin skal verða uppsettur, so tað er lætt at fáa yviriit, og í samsvari við hesa lóg og regl- ur við heimild í hesi lóg. Stk. 2. Ársroknskapurin skal geva eina rættvísan- di mynd av felagsins ognum og skuld, tess fíggjar- ligu støðu og úrslitinum. Stk. 3. Um nýtslan av ásetingunum í hesi lóg ella fyriskipanum sambært lógini ikki á nóg góðan hátt geva eina rættvísandi mynd soleiðis sum nevnt í stk. 2, skulu fleiri upplýsingar verða givnar í ársrokn- skapinum. Stk. 4. Um nýtslan av eini áseting í hesum kapitli ella eini fyriskipan sambært § 64 í serstøkum førum fer at stríða í móti kravinum til ársroknskapin í stk. 2, skal verða vikið frá hesum soleiðis, at hetta krav verður lokið. Eitt slfkt frávik skal verða nevnt í við- merkingunum og hóskandi grundgivið við upplýsing um, hvørja ávirkan - heruppií so vítt gjørligt ta pen- ingaligu ávirkanina - frávikið hevur á felagsins ognir og skuld, tess fíggjarligu støðu og úrslit. § 61. Lýkur ársroknskapurin ikki krøvini í lógarinn- ar ásetingum ella viðtøkum felagsins, kann Eftirlitið krevja roknskapin broyttan og lagdan fram til nýggja viðgerð á einum aðalfundi. § 62. Bókingamar í ársroknskapinum verða virðis- mettar í samsvari við fylgjandi vanligu meginreglur: 1) Felagið verður mett at halda áfram við sínum virksemi. 2) Virðismetingarháttimir kunnu ikki verða broyttir frá einum roknskaparári til tað næsta. 3) Virðismetingin skal í øllum fømm verða gjørd við hóskandi vami og serstakliga soleiðis: a) at einans tann vinningur, ið er staðfestur tá fíggjarjavnin verður gjørdur upp, verður tikin við, b) at fyrilit verður tikið fyri øllum váða, sum roknast kann við og møguligum tapi, sum er íkomið í tí roknskaparárinum, sum ársroknskapurin viðvík- ur, ella í einum roknskaparári frammanundan, sjálvt um hesin váði ella hetta tap ikki verður kent fyrr enn millum fíggjarjavnatíðina og ta tíðina, tá ársrokn- skapurin verður gjørdur, og c) at fyrilit verður tikið fyri einhvørjari virðis- lækkan antin ársroknskapurin vísir hall ella vinning. 4) Fyrilit skal verða tikið fyri inntøkum og út- reiðslum viðvíkjandi tí árinum, sum roknskapurin fevnir um, uttan mun til gjaldtíðina. 5) Virðið á teimum einstøku ognar- og skuldar- skrásetingunum skal ásetast hvørt sær. 6) Byrjanarjavnin fyri hvørt árið skal vera sam- svarandi honum fyri árið frammanundan. Stk. 2. Eftirlitið kann áseta reglur, sambært hvørj- um vikið verður frá stk. 1, nr. 3, litra a, fyri at taka fyriliti fyri virðisøkingini á ávísum ognum, skuldar- skrásetingum og burturleggingum. Stk. 3. Harumframt kann í undantaksførum verða vikið frá teimum vanligu meginreglunum í stk. 1. Møgulig frávik skulu verða tilskilað í viðmerking- unum og skulu verða hóskandi grundgivin, eins og teirra ávirkan - heruppií um tað er gjørligt peninga- liga ávirkanin - á felagsins ogn og skuld, fíggjarligu støðu og úrslitið skal verða tilskilað. § 63. Verður vikið frá § 62, stk. 1, nr. 2, skal árs- roknskapurin fyri tað árið, broytingin verður framd, verða gjørdur sambært nýggja háttinum. Samlaða peningaliga ávirkanin á felagsins ogn og skuld, tess fíggjarligu støðu og úrslitið skal verða tilskilað í við- merkingunum. Hetta er eisini galdandi fyri ávirkan- ina á skattin av ársins úrsliti og møguligan skatt. Stk. 2. Viðkomandi skrásetingar verða broyttar í samsvari við tann nýggja háttin í byrjanarjavnanum fyri tað árið, sum broytingin verður gjørd í. § 64. Ársroknskapurin skal annars verða gjørdur í samsvari við reglur sum Eftirlitið hevur ásett, her- uppií reglur um uppgerð og virðisáseting av trygg- ingarligum burturleggingum. Stk. 2. Eftirlitið ásetir eisini reglur um ger av samtøkuroknskapum. Stk. 3. Eftirlitið kann gera av, at feløg, ið ikki ha- va loyvi at reka tryggingarvirksemi, skulu gera sam- tøkuroknskapir sambært reglum ásettar sambært stk. 2, tá virksemið hjá viðkomandi felag einans ella í høvuðsheitunum er, at eiga ognarpartar í dótturfel- øgum, ið einans ella í høvuðsheitunum reka trygg- ingarvirksemi. § 65. Ársfrágreiðingin skal hava eina álítandi frá- greiðing um gongdina í felagsins fíggjarliga virkse- mi og viðurskiftum. Um ársroknskapurin í stóran mun er ávirkaður av óvanligum viðurskiftum, og um tað er stór óvissa í uppgerðini av ársroknskapinum, skal hetta verða upplýst í einum serstøkum parti av frágreiðingini. Upplýsingamar skulu verða givnar hvør sær og um gjørligt við tilskilan av upphædd. Stk. 2. Ársfrágreiðingin skal eisini umrøða: 1) týdningarmiklar hendingar, sum hava verið, eftir at roknskaparárið er endað, 2) hvussu framgongdin hjá felagnum væntandi fer at verða og 3) virksemi til framleiðslu- og skipanarmenning.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.