Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 18.03.1996, Blaðsíða 16

Føroya kunngerðasavn A og B - 18.03.1996, Blaðsíða 16
20 § 84. Eftirlitið skal umsita tær frá felagnum móttikn- u ognimar og kann hjá felagnum, møguliga við fút- ans hjálp, krevja allar til umsitingina neyðugu bøkur og skjøl útflýggjað. Stk. 2. Eftir at ummæli er fingið frá Eftirlitinum kann Føroya Landsstýri tilnevna umsitarar til Eftir- litsins vegna at standa fyri umsitingini av teimum ognunum, sum eru móttiknar. Stk. 3. Samsýning til umsitarar og aðrar útreiðslur verða goidnar í samband við umsitingina av umsit- ingarbúnum. Eftirlitið ásetir støddina á samsýning- ini. § 85. Tá tryggingarmongdin er tikin undir umsiting, kunnu teknaðar tryggingar ikki verða afturkeyptar. Tá kann afturkeypsvirði heilt ella fyri ein part verða nýtt til rindan av teimum í § 70, stk. 1, nr. 5 nevndu tryggingarskjalslánum. Stk. 2. Tryggingarkrøv, sum áðrenn umsitingin byrjaði vóru fallin til gjaldingar ella fráboðaði, skulu verða gjørd av sambært teimum áðrenn hetta mund- ið galdandi reglum. Tryggingar, sum falla til gjald- ingar seinri, skulu fyribils einans verða útgoldnar við eini so stórari upphædd, sum Eftirlitið eftir um- støðunum metir ráðiligt. Vísir endaliga ásetingin av tryggingarupphæddunum, at tað á henda hátt er út- goldið ov nógv, kann afturgjalding ikki verða kravd. § 86. So skjótt Eftirlitið hevur tikið við teimum í § 83, stk. 2 umrøddu ognum, skal tað lata tær meta í samsvari við galdandi virðisásetingarreglur. Stk. 2. Samstundis skal Eftirlitið rokna út lfvs- tryggingarburturleggingamar og gera upp støddina á fráboðaðum krøvum, ið fallin eru til gjaldingar sam- bært tryggingaravtalunum, tá umsitingin byrjaði. Eftirlitið kann tó, um tað verður mett neyðugt, áseta eitt annað grundarlag fyri útrokningini av lívstrygg- ingarburturleggingunum enn tað útrokningargrund- arlag, ið var galdandi fyri felagið, tá umsitingin byrj- aði. § 87. Eftirlitið skal skjótast gjørligt eftir at meting og útrokning sambært § 86 er gjørd, royna at fáa alla tryggingarmongdina yvirtikna av einum ella fleiri lívstryggingarfeløgum, ið reka virksemi her í land- inum. Kemur eitt tilboð um slíka yvirtøku, skal Eft- irlitið, um tað metir at tikið kann verða við tilboð- num, gera eina frágreiðing um støðuna og eitt upp- skot til sáttmála við viðkomandi felag. Hevur sátt- málin við sær niðursetan av tryggingarupphæddun- um ella broyting í tryggingartreytunum, heruppií reglunum um eykaágóða skal hetta verða tilskilað. Stk. 2. Frágreiðingin og uppskotið skulu kunn- gerast í tí í Føroyum til almennar lýsingar góðkenda blað, og í dagbløðum. Frágreiðingin skal hava eina áheitan á tryggingartakamar um innan eina freist, sum Eftirlitið ásetir, ið ikki kann vera styttri enn ein mánað, skrivliga at boða Eftirlitinum frá, um teir mótmæla avhendingini. Felagið skal samstundis til teir tryggingartakarar, hvørs bústaður er felagnum kunnugur, senda frágreiðingina og uppskotið. Stk. 3. Tá tann í stk. 2 nevnda freist er úti, tekur Eftirlitið við fyriliti til tey innkomnu mótmælini av- gerð um tryggingarmongdin skal avhendast í sam- svari við framsetta uppskotið. Tryggingaravtalan kann ikki verða slitin við avhendingini sum grund- geving. Stk. 4. Er avhendingin hend á annan hátt, at ikki allar ognimar hjá umsitingarbúnum em farnar við, skal Eftirlitið lata felagnum ella búgvi tess yvirskot- ið. § 88. Kann tryggingarmongdin ikki verða avhendað sambært § 87, skal Eftirlitið gera ta endaligu áset- ingina av tryggingampphæddunum sambært teirri gjørdu uppgerðini og boða tryggingartakamar sam- an til aðalfundar til stovnan av einum sínámillum tryggingarfelag. Til henda aðalfund verður givin ein 2 mánaða freist. Boðanin og frágreiðing um støðuna og tann av Eftirlitinum útroknaða áseting av trygg- ingampphæddunum verður kunngjørd á tann í § 87, stk. 2 tilskilaða hátt. Uppskot til tær viðtøkur og tað gmndarlag, sambært hvørjum tað nýggja felagið skal reka virksemi sítt, verður lagt fram til eftirskoð- an á skrivstovu Eftirlitsins. Uppskot til viðtøkur verður eftir áheitan útflýggjað frá skrivstovu Eftir- litsins ella á annan hátt, sum Eftirlitið metir hósk- andi. Stk. 2. Ásetingamar í § 13 og § 26, jbr. § 3, §§ 5- 9 og § 176 í partafelagslógini kunnu ikki verða nýtt- ar tá sínámillum feløg sambært stk. 1 verða stovnað. Um onnur enn tryggingartakamir kunnu tekna á- byrgdarpartar, verður eisini § 26, jbr. § 7 og § 8, stk. 1 í partafelagslógini, at nýta. í tí føri kemur tann í stk. 1, 3. pkt. nevnda frágreiðing í staðin fyri tekn- ingarlistan , og Eftirlitið fremur tær heimildir, ið sambært § 26, jbr. § 8, stk. 1 í partafelagslógini, em lagdar til stovnamar. Stk. 3. Við skrásetingini kemur tað sínámillum felagið í tann í § 83, stk. 4 nevnda rættin mótvegis tí fyrra felagnum. Stk. 4. Kann eitt nýtt felag ikki verða stovnað, heldur umsitingin fram og Eftirlitið tekur støðu til, um fleiri royndir skulu verða gjørdar at føra trygg- ingartakarnar til eitt nýtt ella til eitt annað felag. Kapittul 15 Avhending av eini lívstryggingarmongd § 89. Vil eitt felag avhenda alla sína lívstryggingar- mongd ella ein ávísan part av hesi til eitt annað fel- ag, soleiðis at fyrst nevnda felag við hesum verður leyst av ábyrgd mótvegis tryggingartakamnum, skal tað søkja Eftirlitið um loyvi til hetta, um ikki trygg- ingarfelagið í samband við yvirtøkuna fær samtykki frá tí einstaka tryggingartakaranum. Við umsóknini um avhendingina skal fylgja tann sáttmáli, ið er gjørdur millum tey tvey feløgini, og slíkar upplýs-

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.