Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 18.03.1996, Blaðsíða 19

Føroya kunngerðasavn A og B - 18.03.1996, Blaðsíða 19
23 Stk. 3. Verður eitt tryggingarfelag ógjaldført, skal Eftirlitið lata inn áheitan um trotabúarviðgerð til skiftirættin, um ikki onnur hava latið inn slíka áheit- an. Stk. 4. Verður eitt tryggingarfelag, ið rekur annað tryggingarvirksemi enn lívstryggingarvirksemi koyrt á húsagang, verður § 176 at nýta samsvarandi. Stk. 5. Verður eitt lívstryggingarfelag koyrt á hú- sagang, skal Eftirlitið taka tryggingarmongdina und- ir umsiting sambært kapittul 14 í hesi lóg. Stk. 6. Avgerð Eftirlitsins um at lata inn áheitan um trotabúarviðgerð sambært stk. 3 kann ikki verða kærd sambært § 170. § 107. Verður eitt tryggingarfelag tikið til trotabú- arviðgerð gevur skiftirætturin føroyska skrásetingar- myndugkleikanum og Eftirlitinum fráboðan um, nær trotabúarviðgerðin byrjar, og nær hon endar. Stk. 2. Eftir at fútarættaravgerð er tikin um trota- búarviðgerð tilnevnir skiftirætturin eftir samráðing við Eftirlitið ein ella fleiri bústjórar. Stk. 3. Eftirlitið hevur rætt til at luttaka á fundum í ognaranevnd og í skiftifundum. Uppskot til rokn- skap og útbýtan í trotabúnum skal sendast Eftirlitin- um. Stk. 4. Eitt tryggingarfelag, ið er í húsagangi, skal varðveita navn sítt við uppískoytinum "á húsa- gangi". Stk. 5.1 samband við skráseting av, at húsagang- urin er endaður, verður felagið strikað hjá tí føroysk- a skrásetingarmyndugleikanum. Stk. 6. Reglumar um neyðskuldarsemju í kon- kurslógini kunnu ikki verða nýttar til tryggingarfel- øg- § 108. Føroya Landsstýri kann gera av, at avtøku- stjórin ella bústjórin fyri rokning búsins skal geva tryggingartakarunum boð um, at felagið er avtikið og um fylgjumar av hesum. Stk. 2. Føroya Landsstýri kann áseta nærri reglur um form og innihald á fráboðanini. Kapittul 19 Grannskoðan og granskan § 109. Aðalfundurin velur tveir ella fleiri grann- skoðarar í samsvari við viðtøkurnar. Grannskoðarar- nir verða valdir antin fyri eitt ávíst áramál ella í óav- markaða tíð. Aðalfundurin kann velja varðamenn fyri hesar. Viðtøkumar kunnu geva almennum myn- dugleikum ella øðmm rætt at tilnevna ein ella fleiri grannskoðarar afturat. Stk. 2. Tá partaeigari, ið eigur ein tíggjundapart av partapeninginum ella í sínámillum feløgum tá ein tíggjundapartur av øllum, sum hava atkvøðurætt á einum aðalfundi, har val av grannskoðara er á fund- arskránni, atkvøða fyri tí, skal nevndin biðja Eftir- litið tilnevna ein grannskoðara til saman við hinum grannskoðamnum at taka lut í grannskoðanini fyri tíðina til og við næsta vanliga aðalfundi. Um til- nevningina skal tað uttan gjald verða gjørd viðmerk- ing hjá tí føroyska skrásetingarmyndugleikanum og kunngering í tí í Føroyum til almennar lýsingar góð- kenda blað. Letur nevndin ikki Eftirlitinum áheitan- ina, kann ein og hvør partaeigari ella sum hevur at- kvøðurætt seta fram áheitanina. Eftirlitið ásetir sam- sýningina til tann tilnevnđa grannskoðaran. § 110. Uppgávur, ið sambært partafelagslógini kunnu verða røktar av einum einstøkum grannskoð- ara, skulu í tryggingarfeløgum allir grannskoðarar- nir røkja. § 111. Grannskoðaramir skulu vera myndugir. f minsta lagi ein av grannskoðamnum skal hava bú- stað í Føroyum. Stk. 2. í minsta lagi ein av grannskoðamnum skal vera løggildur. Stk. 3. Verður eitt grannskoðarafelag valt til grannskoðara, skal hann, sum grannskoðanin verður latin upp í hendi, lúka treytimar ásettar í stk. 1, 2, 4 og 5 og § 112. Stk. 4. Lóggávunnar reglur um grannskoðan og um gegni hjá grannskoðamm em eisini galdandi fyri grannskoðarar, ið ikki em løggildir ella skrásettir. Stk. 5. Hoyrir tryggingarfelagið til eina samtøku, skal tann løggildi grannskoðarin vera felags fyri samtøkuna. Fyri ein bólk av feløgum, sum Eftirlitið tekur avgerð fyri sambært § 3, stk. 2, kann Eftirlitið gera av, at í minsta lagi 2 grannskoðarar, av hvørjum ein skal vera løggildur, skal vera felags fyri bólkin. § 112. Til grannskoðara í einum dótturfelag kann ikki nakar persónur verða valdur, ið vegna ógegni ikki kann verða valdur til grannskoðara í móðurfel- agnum. Stk. 2. Eitt felag ella feløg innan somu samtøku kunnu ikki veita lán ella seta trygd fyri ein grann- skoðara. Hetta er tó ikki galdandi fyri lán veitt inn- anfyri afturkeypsvirðið á einum tryggingarskjali, sum eitt lívstryggingarfelag hevur givið út. § 113. Starv grannskoðarans skal halda uppat við endan av vanliga aðalfundinum, ið verður hildin við eftir at síðsta roknskaparárið er úti, sum hann er val- dur fyri, ella um grannskoðarin er valdur fyri óav- markaða tíð, tá ein annar grannskoðari er valdur í hansara stað. Stk. 2. Ein grannskoðari kann til eina og hvørja tíð fara úr starvi sínum, og kann verða koyrdur úr starvi við avgerð hjá tí, sum hevur valt hann. Stk. 3. Verður ein grannskoðari mettur greitt ó- egnaður til sítt starv, kann Føroya Landsstýri koyra viðkomandi frá, og í staðin fyri tann fráfarandi til- nevna ein grannskoðara, ið virkar til nýtt val kann fara fram. Stk. 4. f tryggingarfeløgum, hvørs partabrøv ella lánsbrøv verða virðisskrásett alment, skal tað innan 8 dagar eftir, at grannskoðarin hevur givið fráboðan

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.