Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 18.03.1996, Blaðsíða 21

Føroya kunngerðasavn A og B - 18.03.1996, Blaðsíða 21
25 Stk. 4. Stk. 2 og 3 eru galdandi samsvarandi fyri feløg í samtøkuni. § 122. Ein partaeigari ella í sínámillum feløgum ein limur, ein ábyrgdari ella ein sendimaður kann á reg- luliga aðalfundinum ella á einum aðalfundi, har evn- ið er sett á fundarskránna, seta fram uppskot um eina eyka granskan av stovnan felagsins ella av nærri til- skilaðum viðurskiftum viðvíkjandi umsiting felags- ins ella av ávísum roknskapum. Verður uppskotið samtykt við vanligum meiriluta, velur aðalfundurin ein ella fleiri granskarar. Stk. 2. Verður uppskotið ikki samtykt, men fær tað tó undirtøku frá partaeigarum, ið umboða 25 pro- sent av partapeninginum ella viðvíkjandi sínámillum feløgum frá 25 prosent av teimum, sum hava at- kvøðurætt á aðalfundinum, kann ein partaeigari ella ein, sum hevur atkvøðurætt í seinasta lagi 1 mánað eftir aðalfundin, biðja skiftirættin um at tilnevna granskarar. Skiftirætturin skal geva leiðslu felagsins og grannskoðarum, Eftirlitinum og í givnum føri honum, hvørs viðurskifti áheitanin fevnir um, høvi at siga sína áskoðan, áðrenn hann tekur avgerð. Á- heitanin skal einans verða gingin á møti, um skifti- rætturin metir hana verða nóg væl grundgivna. Skiftirætturin ásetir talið á granskarum. Avgerðin hjá Skiftirættinum kann verða kærd. Stk. 3. Reglumarí §§ 111, stk. 1, 112, 116, 119 og 121 skulu verða nýttar samsvarandi á granskarar. Stk. 4. Granskararnir, ið skulu leggja fram eina skrivliga frágreiðing á aðalfuninum, hava rætt til at fáa samsýning frá felagnum. Um skiftirætturin hev- ur tilnevnt granskararnar, ásetir hesin samsýningina. Stk. 5. I seinasta lagi 8 dagar áðrenn aðalfundin skal frágreiðingin hjá granskamnum verða løgd fram til eftirlits fyri partaeigarar, ella í sínámillum feløgum fyri limir og ábyrgdarar, á felagsins skriv- stovu. Frágreiðingin skal eisini verða send Eftirlit- inum. Kapittul 20 Serstakar reglur fyri sínámillum skaðatryggingarfeløg við avmarkaðum endamáli § 123. Ásetingarnar í hesum kapitli fevna um sín- ámillum skaðatrygginarfeløg, hvørs viðtøkur hava tilskilan um, 1) at felagsins endamál er avmarkað til at tekna tryggingar móti vanlukku og sjúku soleiðis, at tey tryggjaðu eisini em tryggingartakarar, ella til at tekna tryggingar fyri húsdjór, 2) at felagið einans rekur virksemi her í landinum, 3) at felagið ikki teknar tryggingar fyri longri tíð- arskeið enn 1 ár í senn, 4) at felagið einans teknar beinleiðis tryggingar, 5) ta størstu upphæddina, sum felagið uttan endur- trygging kann taka ímóti á einstakan váða, ella á- seting um, at reglur um hetta verða ásettar av Eftir- litinum í samband við veitan av loyvi, og 6) møguleika fyri krevjing av eykagjaldi ella nið- ursetan av veitingunum. Stk. 2. Eitt sínámillum skaðatryggingarfelag kemur ikki undir ásetingarnar í hesum kapitli um so er, at 1) tann árliga tryggingargjaldsinntøkan fer upp um eina av Eftirlitinum ásetta upphædd, ella 2) minni enn helvtin av árligu tryggingargjalds- inntøkuni stavar frá likamligum persónum, ið em limir í felagnum, ella 3) felagsins virksemi er av slíkum slag, at min- staupphædd gjaldførisbreddans verður roknað uttan lækkan sambært § 27, jbr. § 25, stk. 2. § 124. Reglurnar í § 13, § 17, stk. 2, nr. 2 og í parta- felagslógini § 3, § 5, § 6, stk. 1 og 3-5, §§ 7-10, § 11, stk. 1 og 3 og § 176, kunnu ikki verða nýttar við stovnan av feløgum, ið hetta kapittul fevnir um. Stk. 2. Viðtøkumar kunnu áseta, at eingin stjóm skal verða sett. § 125. Teknan av limum ella ábyrgdarum kann ikki fara fram, áðrenn uppskot til viðtøkur er orðað. Upp- skotið skal leggjast fram í samband við tekningina. Stk. 2. Stovnandi aðalfundur skal verða hildin í seinasta lagi 6 mánaðir eftir, at tekningin er byrjað, um ikki ongin limur ella ábyrgdari er teknaður. I síðst nevnda føri, fella burtur tær skyldur, sum verða átiknar við tekningina av felagsfæfeingi, og inngold- nar upphæddir verða afturgoldnar, tó við frádrátti av goldnum útreiðslum, um hetta er treytað við tekn- ingina. Stk. 3. Til stovnandi aðalfundin verða tey, ið hava atkvøðurætt sambært uppskotinum til viðtøkur, boð- aði til fundar. Stk. 4. Aðalfundurin tekur við vanligum atkvøðu- meiriluta avgerð um góðkenning av viðtøkunum og um felagið skal verða stovnað. Avgerð um broyting í uppskotinum til viðtøkur kann verða tikin við van- ligum meiriluta uttan mun til ásetingar í uppskotin- um um broytingar eftir stovnanina. Avgerð um broyting, sum ikki er tilskilað í fundarboðunum krevur tó samtykki frá øllum, ið hava atkvøðurætt. Avgerð um stovnan kann ikki verða tikin, fyrr enn viðtøkumar em endaliga góðkendar. Stk. 5. Tá felagið er stovnað, verður vald nevnd og grannskoðarar sambært ásetingunum í viðtøkun- um um hetta. § 126. Felagið skal fráboðast til skráseting hjá tí før- oyska skrásetingarmyndugleikanum í seinasta lagi 2 mánaðir eftir stovnandi aðalfundin. Verður farið út um hesa freist, fella tær við tekningina av felags- fæfeingi átiknu skyldur burtur, jbr. § 125, stk. 2, 2. pkt. Eftir hetta kann skráseting ikki fara fram. Stk. 2.1 seinasta lagi samstundis við fráboðanina um skráseting hjá tí føroyska skrásetingarmyndug- leikanum skal felagið senda umsókn um loyvi, jbr. § 9, stk. 1 og 2 til Eftirlitið. Við umsóknini skal vera váttað úrskrift úr aðalfundargerðabókini.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.