Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 18.03.1996, Blaðsíða 24

Føroya kunngerðasavn A og B - 18.03.1996, Blaðsíða 24
28 anvegin heita á Eftirlitið um at gera av, um og um so verður, við hvørjum treytum, eftirlønargrunnurin kemur at halda áfram við sínum virksemi. Kapittul 23 Bygningsbrunatrygging § 142. Eitt tryggingarfelag, ið teknar bygningsbru- natrygging, skal við teimum avmarkingum, ið fylgja av tess viðtøkum ella tess loyvi, tryggja allar bygn- ingar. Stk. 2. Felagið kann tó nokta at tryggja: 1) bygningar, ið ikki eru fullvæl innrættaðir móti eldsvanda, 2) tómar bygningar. § 143. Eitt felag kann ikki slíta eina trygging vegna tað, at tryggingargjaldið ikki er goldið. Stk. 2. Ein tryggingartakari kann einans enda tryggingina við samtykki frá teimum, sum hava rættindi sambært øllum heimildum og skuldbinding- um, ið eru tinglýstar á ognina, um ikki ognin uttan at rættarstøðan hjá hesum versnar verður tryggjað í einum øðrum felag, sum hevur loyvi at reka bygn- ingsbrunatrygging. § 144. Eftirlitið ásetir minstutreytimar fyri tekning av bygningsbrunatrygging hjá tryggingarfeløgum Stk. 2. Fyri at tryggja tryggingarfulnað um so er, at felagið fer á húsagang ella í avtøku, kann Føroya Landsstýri áseta nærri reglur um sínamillum skuld- binding fyri øll tryggingarfeløg, ið hava teknað bygningsbrunatrygging fyri bygningar her í landin- um. Stk. 3. Upphæddir, ið koma inn í búgvið frá rind- an av endurtrygging av bygningsbrunatrygging, verða nýttar framíhjá til rindan av krøvum frá trygg- ingarfeløgum, ið hava lokið tryggingarskyldurnar, sum liggja á tí tryggingarfelagnum, sum er farið á húsagang ella í avtøku. Kravið víkir tó fyri teimum í §§ 93 og 94 í konkurslógini nevndu krøvum, í tann mun hesi krøv ikki kunnu verða rindað av hinum ognunum í búnum. § 145. Felagið hevur pantingarrætt fyri tryggingar- gjøld við afturatkomnum rentum og aðrar útreiðslur. Felagið hevur harafturat pantingarrætt fyri veiting- unum í tí tryggjaðu ognini eftir frammanfyri stand- andi veðrættindi í ognini í 1 ár frá gjaldkomutíð. Kapittul 24 Arbeiðsskaðatrygging § 146. Umsókn um loyvi at reka arbeiðsskaðatrygg- ingarvirksemi skal verða send Eftirlitinum og við skulu fylgja: 1) vanligu tryggingartreytir felagsins við tilskilan í hvønn mun hesar verða tiknar við í felagsins trygg- ingarskjøl, 2) tilskilan av meginreglum fyri útrokning av tryggingargjøldunum, 3) tilskilan av meginreglum um útrokning av tryggingarligum burturleggingum, 4) tilskilan av endurtryggingarviðurskiftunum, 5) tilskilan av teimum reglum, sambært hvørjum felagið kann taka ímóti endurtrygging og 6) tilskilan av meginreglum fyri útbýting av eyka- ágóða. § 147. Loyvi jbr. § 9 stk. 1 og 2 kann ikki verða givið fyrr enn Eftirlitið hevur góðkent tryggingarfel- agsins vanligu tryggingartreytir og tess tøkniliga grundarlag. Stk. 2. Broytingar í teimum góðkendu trygging- artreytunum fyri arbeiðsskaðatrygging skulu verða sendar til góðkenningar í Eftirlitinum innan 1 mánað eftir, at broytingamar eru samtyktar. Broytingarnar hava ikki gildi fyrr enn Eftirlitið hevur givið fráboð- an um góðkenning. § 148. Eitt tryggingarfelag skal ganga inn í eina fel- agsskipan (pool) fyri lønartalsjavning av leypandi veitingum. Eftirlitið kann í serstøkum førum gera undantak frá hesum kravi. Stk. 2. Eftirlitið kann áseta nærri reglur fyri hesa felagsskipan. § 149. Tá eitt tryggingarfelag hevur tikið við váða- num hjá einum tryggingarskyldigum arbeiðsgevara, ábyrgist felagið sjálvt um tryggingaravtalan er grundað á skeivar fortreytir viðvíkjandi tryggingar- ábyrgdarinnar slag og vídd. § 150. Til rindan av leypandi veitingum sambært arbeiðsskaðatryggingarlógini, skulu øll tryggingar- feløg gera eina serstaka burturlegging, ið verður sett fyri seg í fíggjarjavnanum (fíggjarstøðuni). Stk. 2. Eftirlitið ásetir útrokningargrundarlagið fyri burturleggingar til rindan av leypandi veiting- um. § 151. Eftirlitið ásetir nærri reglur fyri virðisáset- ingina av ognum til rindan av burturleggingum til rindan av leypandi veitingum. Stk. 2. Fyri ognir svarandi til burturleggingar til rindan av leypandi veitingum verða §§ 70, 71 og 74 at nýta samsvarandi. § 152. Eitt tryggingarfelag hevur skyldu til at áseta tryggingargjøldini soleiðis, at umframt tað sum er neyðugt til rindan av felagsins tryggingarliga váða sambært lógini, einans verður kravt tað, ið er neyð- ugt til rindan av útreiðslum av einari fullgóðari um- siting, stimbran og einum rímiligum vinningsbýti. Eftirlitið ásetir nærri reglur fyri hesi útrokning. Stk. 2. Eftirlitið kann áseta nærri reglur fyri eini felagsskipan til yvirtøku av vinnusjúkuváða.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.