Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 18.03.1996, Blaðsíða 28

Føroya kunngerðasavn A og B - 18.03.1996, Blaðsíða 28
32 neyðugt, at felagið verður tikið av, tekur Eftirlitið avgerð um hetta. § 173. Eftirlitið krevur, at eitt felag, ið rekur annað virksemi enn lívstryggingarvirksemi innan eina freist, sum Eftirlitið ásetir, skal gera tey tiltøk, ið eru neyðug, um so er, at 1) felagið ikki hevur burturlagt nóg stórar upp- hæddir til rindan av tryggingarligum skyldum, 2) Eftirlitið ikki metir, at felagsins ognir eru settar á tryggjandi hátt, ella 3) onkur av teimum í § 172, nr. 1 ella 5 nevndu umstøðunum eru til staðar. Stk. 2. Eru tær kravdu fyriskipanimar ikki gjørdar innan ta ásettu freistina, og verður undanlátið mett at viðføra vanda fyri tey tryggjaðu, kann Eftirlitið taka avgerð um, at felagið skal fara í avtøku. § 174. Sum liður í teimum í § 171, stk. 3, § 172, stk. 1 og § 173, stk. 1 nevndu tiltøkum, kann Eftirlitið sýta felagnum at ráða yvir tess ognum, ella avmarka tess ræði yvir hesum. § 74, stk. 9-10 verða at nýta samsvarandi. § 175. Eftirlitið kann heilt ella fyri ein part taka aftur loyvið hjá einum tryggingarfelag, um so er, at: 1) felagið ikki innan tær freistir, sum Eftirlitið hevur sett, hevur gjørt tey tiltøk, sum em til- skilað í teimum í § 171, stk. 1 og 2 nevndu endurreisingarætlanum, 2) felagið ikki longur lýkur treytimar fyri at fáa loyvi, ella 3) felagið grovt setir til viks tær skyldur, ið áliggja tí sambært hesi lóg. Stk. 2. Verður loyvið hjá einum tryggingarfelag tikið aftur, ger Eftirlitið av, um tryggingarfelagið skal royna at fáa tryggingarmongdina avhendaða til eitt ella fleiri tryggingarfeløg, ið reka tryggingar- virksemi í Føroyum, ella um felagið á annan hátt skal royna at fáa tryggingarmongdina greidda. Fyri lívstryggingarfeløg kann Eftirlitið gera av, at trygg- ingarmongdin verður tikin undir umsiting í samsvari við kapittul 14. Stk. 3. Eftirlitið kann í samband við, at loyvið hjá einum tryggingarfelag verður tikið aftur, sýta fel- agnum at ráða yvir tess ognum ella avmarka tess ræði yvir teimum. § 74, stk. 9-10 verða at nýta sam- svarandi. Stk. 4. Føroya Landsstýri kann taka aftur loyvi hjá einum tryggingarfelag, um tað ikki longur lýkur tær í § 9, stk. 2 nevndu reglur um, at tað í §§ 14, 25 og 27 nevnda fæfeingi er føroyskt. § 176. Eftirlitið skal skjótast gjørligt, eftir at avtøka sambært § 173 er byrjað, í samráð við avtøkustjór- amar lata kanna, um tað fer at verða hóskandi at royna at fáa tryggingarmongdina heilt ella fyri ein part avhendaða til eitt ella fleiri tryggingarfeløg, ið reka virksemi í Føroyum. Kemur tilboð um slíka yvirtøku, skal Eftirlitið, um tað metir, at tikið kann verða við tilboðnum, lata gera eina frágreiðing um støðuna og eitt uppskot til sáttmála við viðkomandi felag. Stk. 2. Frágreiðingin og uppskotið skulu kunnger- ast í tí í Føroyum til almennar lýsingar góðkenda blað og í dagbløðum. Frágreiðingin skal hava áheit- an á tryggingartakararnar um innan eina freist, sum Eftirlitið ásetir, ið ikki kann vera styttri enn ein má- naður, skrivliga at fráboða Eftirlitinum, um teir mótmæla avhendingini. Felagið skal samstundis senda teimum tryggingartakamnum, hvørs bústaður er felagnum kunnigur, frágreiðingina og uppskotið. Stk. 3. Eftir at tann í stk. 2 nevnda freist er úti, ger Eftirlitið við atliti til tey innkomnu mótmælini av, um tryggingarmongdin kann verða avhendað í sam- svari við tað framsetta uppskotið. Stk. 4. Eftirlitið kann í samband við gerð av frá- greiðing eftir samráðing við tað yvirtakandi felagið gera av, at tryggingar, sum em teknaðar fyri eitt tíð- arskeið, sum er longri enn 1 ár, av báðum pørtum kunnu verða uppsagdar eftir teimum reglum, sum sambært tryggingaravtaluni eru galdandi, um tað fleirára tíðarskeiðið, sum er í avtaluni, var úti. Regl- umar um hetta høvi til uppsøgn, skulu verða endur- givnar í frágreiðing Eftirlitsins. Stk. 5. § 27, stk. 2 í lóg um tryggingaravtalur verður at nýta samsvarandi, til Eftirlitið hevur tikið avgerð sambært stk. 3. Hendir avhending í samsvari við avgerð Eftirlitsins, kann avtøka og avhending hóast § 26 og § 27 í lóg um tryggingaravtalur ikki verða nýtt sum gmndarlag fyri at slíta tryggingarav- taluna. Kapittul 27 Ymiskar ásetingar § 177. Um so er, at tryggingartakarin og tann tryggj- aði ikki era ein og sami persónur, kann einki trygg- ingarfelag, uttan samtykki frá tryggjaða tekna nakað slag av lívstrygging, sambært hvørji tað við deyða tryggjaða pliktar seg til at rinda hægri upphædd enn tey inngoldnu tryggingargjøldini við rentum. Stk. 2. Einki felag kann tekna nakað slag av lívs- trygging sambært hvørji tað pliktar seg til at rinda størri upphæddir enn tey inngoldnu tryggingargjøld- ini við rentu, vegna deyða áðrenn tryggjaði fyllir 8 ár. Stk. 3. Eftirlitið kann loyva frávik frá reglunum í stk. 1-2. § 178. Aðrenn ein lívstryggingarsáttmáli verður gjørdur, og so leingi sum tryggingarsáttmálin gong- ur, skal tryggingarfelagið leggja fyri tryggingartak- ararnar slíkar upplýsingar um tryggingarfelagið og tryggingarsáttmálan, hemppií um kæraviðgerð og kæmstovn, at tryggingartakarin fær nóg nógvar upp- lýsingar, soleiðis at hann skilir teir týdningarmikl- astu partamar í sáttmálanum.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.