Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 18.03.1996, Blaðsíða 30

Føroya kunngerðasavn A og B - 18.03.1996, Blaðsíða 30
34 I Kapittul 29 Gildiskomu- og skiftisreglur § 184. Lógin kemur í gildi 1. januar 1997. Stk. 2. Samstundis fer úr gildi lóg nr. 155 frá 2. mai 1934 um skaðatryggingarvirksemi v.m., løg- tingslóg nr. 24 frá 26. mars 1956 um tryggingarvirk- semi, løgtingslóg nr. 61 frá 23. juni 1983 um broyt- ing í løgtingslóg um tryggingarvirksemi og løgtings- lóg nr. 48 ffá 5. mai 1987 um broyting í løgtingslóg um tryggingarvirksemi. Stk. 3. Føroya Landsstýri ásetir í kunngerð reglur um veitan av loyvi og um nær eitt felag, ið rekur tryggingarvirksemi, áðrenn henda lóg kemur í gildi, skal lúka krøvini í loyvinum § 185. Eru broytingar í viðtøkunum hjá tryggingar- feløgum, ella eftirlønargrunnum neyðugar sambært hesi lóg, skulu slíkar broytingar verða framdar innan l'/i ár eftir gildiskomu lógarinnar, um ikki Eftirlitið loyvir eina leingjan av freistini. Sama er galdandi fyri eftirlønargrunnar, sum higartil ikki hava verið undir eftirliti, men sum henda lóg fevnir um. Stk. 2. Skiftisreglur viðvíkjandi valskeiði v.m. fy- ri nevndar- og umboðslimir í teimum feløgum, ið er- u áðrenn henda lóg kemur í gildi, verður ásett í við- tøkunum. Stk. 3. Verða tær í stk. 1 nevndu viðtøkubroyt- ingar ikki framdar innan freistin er úti, kann Føroya Landsstýri gera viðtøkumar. Tórshavn, 13. februar 1996 Edmund Joensen (sign.) Løgmaður / Axel H. Nolsøe (sign.)

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.