Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 22.03.1996, Side 1

Føroya kunngerðasavn A og B - 22.03.1996, Side 1
45 Kunngerðablaðið A 1996 Hefti 4 ISSN 0907-905X Nr. 13 27. februar KUNNGERÐ um flytigóðs Við heimild i §§ 6, litra b og 36, stk. 2 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll hevur lands- stýrið fyrisett: § 1. Flytigóðs er undantikið tolli og avgjøldum treytað av, at eigarin vemliga flytur higar til tess at búsetast her í landinum og samstundis gevur upp bústaðin, hann hevur havt í útlandinum. Stk. 2. Sum skjalprógv fyri at flutt er krevst flyti- váttan frá bústaðarkommununi (fólkayvirlitinum), ið viðkomandi flytur til. Stk. 3. í samband við innflutning av flytigóðsi skal hann, ið flytur, útfylla og undirskriva serliga flyti- góðsváttan frá Toll- og Skattstovu Føroya. § 2. Fyri at lutir kunnu flytast inn toll- og avgjalds- frítt sum flytigóðs, er tað ein treyt, at lutimir em ogn hjá honum, sum flytur, at lutimir em brúktir av hon- um ella húski hansara, og at teir framvegis skulu brúkast av honum ella húski hansara. Stk. 2. Lutimir skulu hava verið ogn hjá honum, sum flytur, ella húski hansara í minsta lagi 6 mánað- ir, áðrenn flutt verður. § 3. Matvørur, tubbaksvømr og rúsdrekkavømr kunnu ikki flytast inn toll- og avgjaldsfrítt sum flyti- góðs. § 4. Brúkt motorakfør (ið hava koyrt í minsta lagi 5.000 km.), bátar og flogfør kunnu flytast inn toll- og avgjaldsfrítt sum flytigóðs, tá ið nevndu før hava verið ogn hjá honum, sum flytur, og verið endaliga skrásett í navni hansara í minsta lagi 2 ár í tí landi, flutt verður úr, og eigarin hevur havt fastan bústað har í minsta lagi 2 ár og hevur búð uttan fyri Føroy- ar í minsta lagi 3 ár. Stk. 2. Við endaliga skráseting er at skilja, at øll inn- flutnings-, umsetnings- og skrásetingargjøld em goldin í tí landinum, sum flutt verður úr. Stk. 3. Ur Danmark (tó ikki Grønlandi) era nevndu treytir fyri motorakfør 6 mánaða ognartíð og 1 ára bústaðartíð. § 5. Motorakfør, bátar og flogfør, ið verða flutt inn toll- og avgjaldsfrítt sum flytigóðs, skulu bert vera til egna nýtslu, og eigarin hava fylt 18 ár. Stk. 2. Um nevndu før skifta hond innan 1 ár frá innflutningsdegnum, fyri motorakfør frá skráseting- ardegnum her í landinum, koma førini undir toll og onnur avgjøld eftir vanligum innflutningsreglum. Stk. 3. Hvør persónur hevur bert loyvi at flyta inn sum flytigóðs 1 av nevndu fømm. § 6. Rætturin til toll- og avgjaldsfrían innflutning av flytigóðsi fellur burtur 1 ár eftir, at flutt er. § 7. Brot á hesa kunngerð verða sektað eftir kap. 10 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll. § 8. Henda kunngerð fær gildi dagin eftir, at hon er lýst. Samstundis fer úr gildi § 28 í kunngerð nr. 44 frá 18. september 1958 við seinni broytingum um uppkrevjing av gjøldum v.m. eftir løgtingslóg nr. 23 frá 11. febraar 1950 við seinni broytingum. FØROYA LANDSSTÝRI, 27. febmar 1996 Jóanues Eidesgaard landsstýrismaður / Kári Petersen

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Direkte link

Hvis du vil linke til denne avis/magasin, skal du bruge disse links:

Link til denne avis/magasin: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Link til dette eksemplar:

Link til denne side:

Link til denne artikel:

Venligst ikke link direkte til billeder eller PDfs på Timarit.is, da sådanne webadresser kan ændres uden advarsel. Brug venligst de angivne webadresser for at linke til sitet.