Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 22.03.1996, Blaðsíða 7

Føroya kunngerðasavn A og B - 22.03.1996, Blaðsíða 7
 51 Nr. 21 7. mars KUNNGERÐ um tolleftirlit. Við heimild í § 22, stk. 2 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll hevur Føroya Landsstýri fyrisett: Kapittul 1 Tolløkið § 1. Henda kunngerð fyrisetur reglur um tolleftirlit á føroyskum tolløki, samanber § 1 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. desember 1991 um toll. Kapittul 2 Skip § 2. Skip í hesi kunngerð er at skilja sum skip, bátar og før av øllum sløgum. § 3. Skip, ið eru stødd inni á tolløkinum, eru undir eftirliti tollvaldsins. Stk. 2. Siglandi skip skulu eftir áheitan frá tollvald- inum steðga. Aheitan um at steðga verður annað- hvørt givin munnliga ella við steðgitekninum: »Steðgið skipinum alt fyri eitt«. Stk. 3. Skiparin hevur skyldu til at geva allar upp- lýsingar um skip og farm v.m., ið eru neyðugar, fyri at eftirlitið kann verða framt, og at leggja fram øll skipsskjøl og farmaskjøl v.m., ið staðfesta upplýs- ingamar, og at vísa á og lata upp ella avdúka allar inngongdir til lastina, rúm og goymslur. Stk. 4. Tollvaldið hevur rætt til alla staðni í skipin- um at gera tær kanningar (inkvirering), tað metir eru neyðugar, fyri at eftirlitið kann verða framt. Skipari og manning hava skyldu til at verða beinasamir og verða tollvaldinum til handa undir inkvireringini. § 4. Tá skip er statt í tolløkinum, kann tollvaldið krevja, at ótollaðar vørur verða lagdar undir toll- stongsul. Ber ikki til at seta fullgóðan tollstongsul, kann tollvakt verða sett við skipið fyri kostnað hjá skipinum. Stk. 2. Skip í tolløkinum mugu ikki føra við sær ótollaðan proviant v.m., uttan so at tey eru byijað eina ferð, sum hevur endaligan atkomustað uttanfyri tolløkið, ella uttan so, at tað er skip, ið hevur tikið umborð ótollaðan proviant v.m. f samsvari við pro- vianteringsregiuna, ið er galdandi fyri hesi skip. Stk. 3. Eingin tollur verður tikin av provianti og øðr- um skipsvistum, sum fremmand ríkisskip og skip, ið koma til tolløkið við farmi ella ferðafólki, hava inni til nýtslu umborð, meðan tey eru stødd í tolløkinum. Stk. 4. Fremmand ríkisskip eru undantikin tolleftir- liti (inkvirering) við komu, men eru annars undir vanligum tolleftirliti. § 5. Havnamyndugleikarnir hava skyldu til at siga tollvaldinum frá ófráboðaðum skipum, sum koma til tolløkið, og at siga frá um teir eru varugir við, at skip uppskipa ella innskipa vørur ólógliga. § 6. Inn- og uppskipan av vørum og ílandsetan og umborðtøkan av ferðafólki er undir tollvaldsins eft- irliti og má bert fara fram í teimum havnum, sum tollvaldið hevur góðkent til hetta. Tollvaldið kann tó, tá ið serligar umstøður tala fyri tí, loyva at inn- og uppskipan og ílandsetan og umborðtøka av ferða- fólki kann fara fram aðrastaðni. Møguligar útreiðsl- ur í samband við hetta, t.d. koyri- og dagpeningur og gjald fyri yvirtíð, skal hann gjalda, sum hevur biðið um undantaksloyvi. Stk. 2. Góðkendar havnir til innskipan og uppskipan av vørum eru: Fuglafjørður, Klaksvík, Kollafjørður, Miðvágur, Saltangará, Sandur, Sørvágur, Tórshavn, Tvøroyri, Vágur og Vestmanna. Stk. 3. Góðkend havn til ílandsetan og umborðtøku av ferðafólki er: Tórshavn. Stk. 4. Tá ið skipað verður fyri ferðafólkarutusam- bandi millum tolløkið og støð uttanlands, kann toll- valdið krevja, at tað uttan kostnað fyri tollvaldið eru hølir við neyðugari útgerð v.m. til taks fyri tollvald- ið at gera ferðafólkaeftirlit í, og at neyðugar girðing- ar verða settar upp. Stk. 5. Tollvaldið hevur rætt til ótamað at ferðast allastaðni á plássum, í pakkhúsum, í havnum og á atløguplássum. Tollvaldið ásetur neyðugar reglur, fyri at tolleftirlitið kann verða framt. § 7. Skiparin skal skjótast møguligt, tvs. í minsta lagi 4-6 tímar áðrenn komu, munnliga boða tollvald- inum frá, hvaðani skipið kemur, og hvønn farm tað hevur inni. Stk. 2. Inn- og uppskipan av vørum, ílandsetan og umborðtøka av ferðafólki ella manning má ikki byrja, fyrr enn loyvi frá tollvaldinum fyriliggur. Stk. 3. Tollvaldið kann nokta atgongd til skip, um neyðugt við hjálp frá løgregluni, til inkvireringin er liðug. § 8. Skiparin á skipi, sum er statt í tolløkinum skal aftaná munnligu frásøgnina, og áðrenn inkvireringin byijar, lata tollvaldinum skrivliga frásøgn (tollfrá- søgn) um skip, farm og proviant v.m. Stk. 2. Tollfrásøgnin skal innihalda upplýsingar um navnið á skiparanum og dátu á skipinum (slag, navn, heimstað og tonnasju) - tal á manning og ferðafólki, navnið á umboðsmanninum hjá skipinum her á landinum, hvaðani skipið kemur, endamálið við komuni, slag og nøgd av farmi og inn- og upp- skipingarhavnir. Tollfrásøgnin skal harumframt inni- halda sundurgreinaðar upplýsingar um nøgdina av ótollaðum provianti v.m. og váttan skiparans um, at

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.