Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 22.03.1996, Blaðsíða 8

Føroya kunngerðasavn A og B - 22.03.1996, Blaðsíða 8
52 tað í skipinum ikki eru aðrar ella fleiri vørur enn tær, ið frásagdar eru, og at tað ikki eru aðrar inngongdir til last og goymslur enn tær, sum vístar eru tollvald- inum undir inkvireringini. Stk. 3. Skiparin skal saman við tollfrásøgnini lata øll tollskjøl, m.a. tollpass, tubbakslista, og um einki tollpass er, fakturar yvir innskipaðan ótollaðan proviant v.m. Skiparin skal geva upplýsingar um orsøkina til møguligar broytingar í proviantnøgdini. Verða tollskjølini ikki framløgd, ella er munandi ósambæri millum upplýsingar á tollskjølum og ta nøgd, ið uppgivin er, sum skiparin ikki kann greiða frá, ella finnast tað undir inkvireringini fleiri vørur, ið ikki eru uppgivnar frammanundan, kann tollvald- ið seta tollvakt við skipið fyri tess kostnað. Stk. 4. Tollvaldið kann afturhalda skipsskjøl, tjóð- skaparprógv og málibræv v.m., har tey verða verð- andi til tollvaldið leysgevur tey aftur. § 9. Skiparin á skipi, ið skal fara frá tolløkinum, skal boða tollvaldinum frá fráferð, tá ið tollvaldið krevur tað. Stk. 2. Skiparin ella umboðsmaður hansara skal lata tollvaldinum innskipingarskjøl yvir innskipaðan farm. Stk. 3. Skiparin skal goyma part av tollfrásøgnini umborð á skipinum og eftir áheitan framleggja hendan fyri tollvaldinum í øðrum havnum. § 10. Skiparin ella ánarin av skipinum heftir fyri tolli og avgjøldum á vørum, herundir restfarmi og provianti, sum verður innskipað, uppskipað ella brúkt í tolløkinum í strfð við reglumar í hesi kunn- gerð ella í provianteringskunngerðini. Kapittul 3 Flogfør §11. Flogfør, ið koma til ella fara frá tolløkinum, mugu bert lenda á og fara av flogvølli, ið er góð- kendur av tollvaldinum (tollfloghavn). Innskipan og uppskipan av vømm og ílandsetan og umborðtøka av ferðafólki er undir tollvaldsins eftirliti. Stk. 2. Undantikið stk. 1,1. puntkum em: 1) Flogfør, ið neyðlenda. 2) Sjóflogfør, tá tollvaldið frammanundan hevur givið loyvi til komu ella fráferð. Stk. 3. Góðkend floghavn til ílandsetan og umborð- tøku av ferðafólki og innskipan og uppskipan av vømm er: Vága Floghavn. Stk. 4. Tollvaldið kann tó, tá serligar umstøður tala fyri tí, loyva, at inn- og uppskipan og ílandsetan og umborðtøka av ferðafólki kann fara fram aðra staðni. Møguligar útreiðslur í samband við hetta, t.d. koyri- og dagpening og gjald fyri yvirtíð, skal hann gjalda, sum hevur biðið um undantaksloyvi. § 12. Tollvaldið kann sum treyt fyri at góðkenna ein flogvøll sum tollfloghavn krevja, at tað uttan kostn- að fyri tollvaldið em hølir við neyðugari útgerð til taks, har tolleftirlitið kann gera ferðafólkaeftirlit v.m, og at neyðugar girðingar verða settar upp. Stk. 2. Tollvaldið hevur í eini tollfloghavn óhindr- aða atgongd allastaðni á plássum, í bygningum, hangamm, verkstøðum v.m. Tollvaldið ásetur tær reglur, ið em neyðugar, fyri at tolleftirlitið kann verða framt. § 13. Flogfør, ið em stødd inni á tolløkinum, em undir eftirliti tollvaldsins. Stk. 2. Flogskiparin hevur skyldu til at geva allar upplýsingar um flogfarið og lastina v.m., ið em neyðugar fyri at eftirlitið kann verða framt, og at leggja fram øll skjøl v.m. ið staðfesta upplýsingar- nar, og at vísa á og lata upp ella avdúka allar inn- gongdir til lastina, rúm og goymslur. Stk. 3. Tollvaldið hevur rætt til allastaðni í flogfarin- um at gera tær kanningar (inkvirering), ið neyðugar em, fyri at eftirlitið kann verða framt. § 14. Tá ið eitt flogfar er statt í tolløkinum, kann tollvaldið krevja, at ótollaðar vømr verða lagdar undir tollstongsul. Ber ikki til at seta fullgóðan toll- stongsul, kann tollvakt verða sett á flogfarið fyri kostnað hjá flogfarinum. Stk. 2. Flogfør í tolløkinum mugu ikki føra við sær ótollaðan proviant v.m. uttan so at tey em byrjað eina ferð, sum hevur endaligt lendipláss uttan fyri tolløkið. Stk. 3. Eingin tollur verður tikin av provianti og flogfarsvistum sum fremmand ríkisflogfør og flog- før, ið koma til tolløkið við farmi ella ferðafólki, hava inni til nýtslu umborð, meðan tey em stødd í tolløkinum. Stk. 4. Fremmand ríkisflogfør em frítikin fyri toll- eftirlit (inkvirering) við komu, men em annars undir vanligum tolleftirliti. § 15. Floghavnsmyndugleikar skulu boða tollvaldin- um frá komu hjá væntaðum og óvæntaðum flog- fømm. Stk. 2. Flogskiparin skal skjótast møguliga eftir komu munnliga boða frá, hvaðani flogfarið kemur, og hvønn farm tað hevur inni. Stk. 3. Inn- og uppskipan av vømm, flandsetan og umborðtøka av ferðafólki ella manning má ikki byija, fyrr enn loyvi frá tollvaldinum fyriliggur. Stk. 4. Tollvaldið kann nokta atgongd til flogfar, um neyðugt við hjálp frá løgregluni, til inkvireringin er liðug. § 16. Flogskiparin á flogfari, sum er statt í tolløkin- um, skal frammanundan inkvirering, lata tollvaldin- um skrivliga frásøgn (tollfrásøgn) um flogfar, farm og proviant v.m. Stk. 2. Tollfrásøgnin skal innihalda upplýsingar um navnið á flogskiparanum og dátu um flogfarið (slag, nummar, tjóðskapur og navnið á eigaranum), tal á manning og ferðafólki, navnið á umboðsmanninum

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.