Føroya kunngerðasavn A og B


Føroya kunngerðasavn A og B - 22.03.1996, Blaðsíða 9

Føroya kunngerðasavn A og B - 22.03.1996, Blaðsíða 9
53 hjá flogfarinum her á landinum, hvaðani flogfarið kemur, slag og nøgd av farmi, og inn- og uppskip- ingarhavnir. Tollfrásøgnin skal harumframt inni- halda sundurgreinaðar upplýsingar um nøgd av ótollaðum provianti v.m. og váttan flogskiparans um, at flogfarið ikki hevur aðrar ella fleiri vørur enn tær, ið uppgivnar eru, og at tað ikki eru aðrar inn- gongdir til lastina, rúm og goymslur enn tær, sum vístar eru tollvaldinum undir inkvireringini. Stk. 3. Verða tað undir inkvireringini funnar aðrar ella fleiri vørur enn tær, sum uppgivnar eru framm- anundan, er heimilað tollvaldinum at seta tollvakt við flogfarið fyri tess kostnað, og kann tollvaldið halda flogfarinum aftur, til tollvaldið boðar frá leys- geving. Stk. 4. Rutuflogfør í regluligari rutuflúgving kunnu, tá steðgurin í tolløkinum er stuttur, verða undantikin at skriv tollfrásøgn. § 17. Flogskiparin á flogfari, ið skal fara frá toll- økinum, skal boða tollvaldinum frá fráferð, tá ið tollvaldið krevur tað. Stk. 2. Flogskiparin ella umboðsmaður hansara skal lata innskipingarskjøl yvir innskipaðan farm. § 18. Flogskiparin ella ánarin á flogfari heftir fyri tolli og avgjøldum á vørum, herundir restfarmi og provianti v.m., sum verður innskipað, uppskipað ella brúkt í tolløkinum í stríð við reglumar f hesi kunn- gerð ella provianteringskunngerðini. Kapittul 4 Persónar § 19. Ferðandi, ið ferðast til ella frá tolløkinum em undir tollvaldsins eftirliti. Stk. 2. Persónar, sum ferðast til ella frá tolløkinum, skulu við komu og fráferð, uttan at biðið verður um tað, steðga til tolleftirlit og skulu annars, tá ið toll- valdið krevur tað, steðga til tolleftirlit. Stk. 3. Persónar, sum hava verið umborð í skipum ella flogfømm, ella sum ferðast fram við strondum, í havnum, á flogvøllum og atløguplássum, skulu tá tollvaldið krevur tað, steðga til tolleftirlit. Stk. 4. Teir persónar, ið nevndir em í stk. 2 og 3, sum hava verið umborð í skipum og flogfømm skulu eftir áheitan frá tollvaldinum upplýsa navn og bústað. Stk. 5. Teir persónar, ið nevndir em í stk. 3, sum hava verið umborð á skipum ella flogfømm, kunnu bert taka vømr frá flutningsfarinum, sum hava verið uppgivnar til tollvaldið, áðrenn tær verða tiknar í land. Stk. 6. Teir persónar, ið nevndir em í stk. 2 og 3, hava skyldu til at boða tollvaldinum frá øllum vør- um, teir hava við sær, og til at geva tær upplýsingar, sum tollvaldið metir em neyðugar, fyri at tolleftir- litið kann verða framt. Teir skulu hammframt ávísa øll rúm og goymslur í viðføri teirra v.m. og í møgu- ligum flutningsfømm, og í tann mun tollvaldið ynskir tað, skulu teir pakka upp og aftur viðføri v.m. Stk. 7. Tær fráboðanir og upplýsingar, ið nevndar em í stk. 5, kunnu gevast munnliga, tá ið vømmar ikki verða innfluttar vinnuliga, uttan so at tollvaldið heldur tað verða neyðugt, at fráboðanir og upplýs- ingar verða givnar skrivliga. Stk. 8. A teimum støðum, har mongdin av ferðafólk- um talar fyri tí, kann tollvaldið gera av, at persónar, ið koma til tolløkið, kunnu geva tollvaldinum frá- boðan við at fara ígjøgnum eitt eftirlitsøki, har tvær rásir em, har onnur (grøn rás) er merkt: »Ongar vør- ur at tolla«, og hin rásin (reyð rás) er merkt: »Vørur at tolla«. Persónar, sum fara ígjøgnum grøna rás, hava við hesi gerð boðað tollvaldinum frá, at teir ikki hava við sær vømr, ið skulu toll- og avgjalds- greiðast, ella vømr, ið koma undir serligar innflutn- ingsásetanir ella innflutningsforboð. Tollvaldið kann fyriskipa aðra líknandi frámerking, og em tá somu reglur galdandi, sum frammanfyri nevnt. Stk. 9. Persónar, sum hýraðir em við skipi ella flog- fari, og hvørs koma er í hesum sambandi, skulu boða skiparanum ella flogskiparanum frá øllum vømm, teir hava við sær jbr. § 8, stk. 3 og § 15, stk. 2, so hesar verða givnar upp til tollvaldið við komu. § 20. Tollvaldið hevur rætt til at eftirkanna persónar, sum ferðast til ella frá tolløkinum, sum em ella hava verið umborð á skipum ella flogfømm, ella sum ferðast fram við strondum, í havnum, á flogvøllum ella atløguplássum. Stk. 2. Eftirkanning skal fara fram so varliga sum gjørligt, og ikki longur enn endamálið krevur tað. Stk. 3. Eftirkanning, ið ikki bert fevnir um uttaná- klæðini, má bert fara fram, um rímilig orsøk er til at halda, at viðkomandi ólógliga hevur vømr uppi á sær v.m. og bert eftir boðum frá ovasta hjáverandi tolltænastumanni. Tann, sum eftirkannaður verður, kann krevja sær vitni at vera hjá undir eftirkanning- ini. Til eftirkanningina krevst, at tann, ið kannar ella er hjástaddur, skal verða av sama kyni, sum tann, ið kannaður verður. Kapittul 5 Aðrar reglur § 21. Tá starvsfólk á tollvaldinum fremja eftirlit, skulu tey kunna føra prógv fyri sær við eyðkennis- búna ella tænastusamleikakorti. § 22. Tá áheitan, fráboðan, frásøgn, váttan og annað verður givið, skal hetta gerast á oyðibløð við teigum og tekniskum formi, sum tollvaldið hevur góðkent og avgjørt at brúka. Kapittul 6 Revsireglur § 23. Brot á hesa kunngerð verða revsað eftir regl- unum í kapittul 10 í løgtingslóg nr. 121 frá 23. de- sember 1991 um toll, tá ið tað í nevnda kapittli er ásett revsing fyri brotið.

x

Føroya kunngerðasavn A og B

Beinir tenglar

Ef þú vilt tengja á þennan titil, vinsamlegast notaðu þessa tengla:

Tengja á þennan titil: Føroya kunngerðasavn A og B
https://timarit.is/publication/27

Tengja á þetta tölublað:

Tengja á þessa síðu:

Tengja á þessa grein:

Vinsamlegast ekki tengja beint á myndir eða PDF skjöl á Tímarit.is þar sem slíkar slóðir geta breyst án fyrirvara. Notið slóðirnar hér fyrir ofan til að tengja á vefinn.